Hergeir Nielsen
form fyri løgtingsgrannskoðarunum
???
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, lýsti sínar egnu dygdir í drúgvari blaðgrein um dagarnar.
Hann var m. a. komin eftir, at:
- »Við støði í frágreiðingini hjá landsgrannskoðanini í ár skrivaði løgtingsgrannskoðararnir soleiðis í uppskoti teirra til samtyktar, sum herfyri var til viðgerðar á løgtingi:
»Løgtingsgrannskoðararnir hava í áravís átalað, at rúgvan av óloystum málum undir almanna- og heilsumálum veksur. Løgtingsgrannskoðararnir fegnast um, at henda gongd er vend«!«
---
Sagt verður frá, at henda frágreiðing var fyri árið 2003, og tá varð ikki ansað eftir, at Hans Pauli Strøm hevði nakað við hesi málsøki at gera.
Bill Justinussen var landsstýrismaður í familju- og heilsumálum, og Páll á Reynatúgvu var landsstýrismaður í almannamálum í 2003, tá løgtingsgrannskoðararnir fegnaðust um, at gongdin á hesum málsøkjum var vend.