Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður
Saman við hinum trimum løgtingsgrannskoðarunum, Olav Enemoto (sum er formaður), Sverra Midjord og Óla Breckmann, frøist Hergeir Nielsen um ta positivu vend, sum eru hend, síðani teir lótu teirra síðstu frágreiðing til løgtingið í mars í fjør (tvs. stutt eftir at nýggja samgongin hevði tikið við):
"Løgtingsgrannskoðaranir hava í áravís átalað, at rúgvan av óloystum málum undir almanna- og heilsumál veksur. Løgtingsgrannskoðararnir fegnast um, at henda gongd er vend".
M.a. hetta skriva teir í frágreiðing til løgtingið frá 18. mars 2005 í samband við góðkenning av landsroknskapinum fyri 2003. Meginparturin av viðmerkingunum snýr seg tó ikki um sjálvan roknskapin fyri 2003, men um hvat er hent við ymiskum fyrisitingarligum málum, sum teir umrøddu í teirra síðstu frágreiðing frá mars 2004.
Viðvíkjandi øllum teimum fyrisitingarligu málum, sum teir skriva positivt um - hvørjum einasta einum - at tey nú eru loyst, ella eru um at verða loyst, ella tað verður arbeitt við at loysa tey - har vísa teir beinleiðis til lógir, kunngerðir, reglugerðir og mannagongdir, sum eru gjørdar síðani teirra síðstu frágreiðing í mars 2004, tvs frá tí at henda samgongan tók við og til nú.
Tí er tað ikki rætt, tá Hergeir nú í bløðunum roynir at billa fólki inn, at tær positivu viðmerkingarnar í grannskoðarafrágreiðingini ikki snúgva seg um árini 2004 og 2005, men bert um roknskaparárið 2003.
Tíverri fyri Hergeir, Páll og Bill snúgva tey góðu orðini seg sostatt ikki um teirra vælmaktsdagar í undanfarnu samgongu. Tey sum vilja hava prógv fyri hesum kunnu bara lesa síðurnar 15-21 í løgtingsmáli nr. 45-6/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum, Uppskot til samtyktar, undirskrivað av løgtingsgrannskoðarunum, harímillum Hergeir sjálvum. Har vísa teir eisini beinleiðis til síðutal í frágreiðingini hjá landsgrannskoðaranum, sum er ein nágreinilig viðgerð av somu málum og nógv fleiri aftrat.
At teir eisini nevna eina rúgvu av málum, sum enn ikki eru loyst ella lítið og onki er gjørt við, er púra rætt. Men munurin er tann, samanborið við árini tá Hergeir og hansara felagar ráddu, at nú byrjar hendan rúgvan at minka. Og tað er at "fegnast um", sum Hergeir skrivaði í frágreiðingini til løgtingið.