Rættleiðing til Shell

Í tíðindasending hjá Kringvarpinum á middegi í dag, mikudagin 5. november, vísti formaður Brúkarasamtaksins millum annað á, at prísirnir á diesel og bensini, sum í Føroyum vanliga liggja væl undir danska prísinum, nú liggja ájavnt við og hægri enn donsku prísirnir

Men í somu tíðindasending vísti Shell á, at hetta var ikki í so. Hesum eru vit í Brúkarasamtakinum ikki samd við, og kenna vit tí okkum noydd til at koma við hesum ískoyti.

Við ársbyrjan í 2007, áðrenn órógvið á oljumarknaðinum rættuliga tók dyk á seg, liggja føroysku bensin- og dieselprísirnir ávikavist umleið kr. 1,60 og kr. 2,30 undir tí danska.

Síðani hendir tað, at prísirnir kring allan heimin fara so fullkomiliga á flog, og halda bara áfram at hækka inntil altjóða fíggjarkreppan kagar undan. Nú fella teir ístaðin, men bara ikki so skjótt her sum aðrastaðni.

Um vit her og nú ynskja at fylla okkum á bilarnar, og leita okkum fram bíligastu sølustøðini, kann hetta gerast í Danmark fyri kr. 8,05 fyri liturin av bensini og kr. 7,68 fyri liturin av diesel. Bíligastu og einastu veitarar í Føroyum eru Statoil og Shell í felag, sum selja hesar somu vørur fyri kr. 8,83 fyri liturin av bensini og kr. 7,68 fyri liturin av diesel.

Hesi tøl vísa heilt greitt, at bensinið í dag er bíligari í Danmark, meðan diesel kostar tað sama.

Samstundis er eisini greitt, at prísirnir hjá Statoil og Shell í Føroyum eru fullkomiliga eins. Tí er trupult at skilja hvørjum kappingarneyta man ynskir at goyma sína prísútrokning fyri. Samstundis er eisini trupult at skilja hvussu hesir prísir kunnu vera úrslit av fullkomnari fríðari kapping. Tí prísirnir á bensini og diesel aðrastaðni eru ikki eins frá veitara til veitara. Dags dato sveiggjar danski bensinprísurin við 14 oyrum, meðan diesel sveiggjar við 19 oyrum. Í Føroyum sveiggjar hann als ikki.