Jóan Pauli Joensen
Formaður í Stjórnarskipanarnevndini
Í nevndu samrøðu kom eg at gera meg til talsmann fyri, at grein 10 í uppskotinum til føroyska stjórnarskipan fær tær avleiðingar, at rættindini hjá samkyndum til at ganga saman í skrásett parlag við hesum fóru at verða tryggjað á hægsta stigi við tí avleiðing, at landsins lógir, ið ikki tryggja slík rættindi, harvið fóru at verða settar til viks.
Eg havi nú verið formaður í hesi nevnd fyrst grundlógarnevndini, síðan stjórnarskipanarnevndini í samfull 7 ár. Longu tíðliga í nevndararbeiðnum gjørdi eg og verandi næstformaður okkum til talsmenn fyri eini breiðari semju í arbeiðinum. Henda breiða semja er serliga sett í samband við tjóðskaparliga spurningin, men steðgaði ongantíð har. Alla tíðina hava vit arbeitt eftir tí yvirskipaðu hugsjón, at stjórnarskipanin í rættindapartinum skapar nøkur alment orðað rættindi, ið er nóg yvirskipað til eina og hvørja tíð at geva politiska og rættarliga valdinum víðar ræsir at áseta, hvat hesi rættindi ítøkiliga merkja. Sum slík má ein stjórnarskipan vera í einum samfelag, har øll ikki draga somu línu, hvørki tjóðskaparliga ella í mun til rættindi hjá einstaklingum, tí annars verður ongin semja og ongin legitimitetur.
Sum formaður í Stjórnarskipanarnevndini havi eg onga ætlan um at binda hesa stóru verkætlan Føroya fólks upp í umstrídd og ítøkilig tema, ið skilir okkara fólk í eymum etiskum spurningum.
Kortini má eg ásanna, at partur av tí eg segði í dag, ikki kundi geva fólki aðra fatan enn, at eg sum formaður meini, at tann komandi stjórnarskipanina fer at tryggja samkyndum rætt at verða skrásett í parlag. Tað er slíkt, sum kann henda, tá ein svarar skotriðunum frá blaðfólki mitt í strongdum arbeiðsdegi við øðrvísi uppgávum. Her átti eg at havt høvdið meira við, áðrenn eg svaraði.
Harafturat vil eg eisini vísa á, at míni orð undir teirri yvirskrift, sum útvarpið bar tey, vórðu drigin inn í slíkt høpi, at eg ikki kenni meg heilt loyalt endurgivnan, tá tað ljóðaði so, at onkur við grein 10 í hondini kundi krevja at fáa rætt til at ganga inn í skrásett parlag. Hetta er eitt sindur meira kompliserað. Til dømis meinti eg ikki við tí, sum eg svaraði uppá viðvíkjandi dómstólunum, at dómstólarnir fara at hava frælsi til at leggja eitthvørt moralskt innihald í alment orðaðu rættindaásetingarnar. Dómstólarnir fara sjálvsagt óheft at tulka stjórnarskipanina, men tá vit hava fólkaræði verður hetta kortini í mun til eina skyldu at fylgja etiska rákinum í samfelagnum, og mugu dómstólarnir tí tulka ta hugsjón og ta meginfatan, ið ræður í samfelagnum, inn í viðkomandi áseting.
Er ráðandi hugsjón fyri skrásettum parlag, so verjir grein 10 sjálvsagt slíka skipan, er fólkahugsjónin meira konservativ sum nú, so verður grein 10 ikki viðkomandi í hesum høpi. Tí er tann útlegging, ið Útvarp Føroya gjørdi, ikki bein, tá tað ljóðaði sum um, at eg meinti avleiðingina av grein 10 í uppskotinum til føroyska stjórnarskipan fara at vera, at dómstólarnir fara at seta tingmenn upp á pláss, um teir ikki viðurkenna skrásett parlag.
Endamálið við stjórnarskipanini hevur verið og er at skapa semju í fólkinum og ikki at seta fólk upp móti hvørjum øðrum.