Hans Andrias Sølvará
--------------------
Kristian Hansen, gudfrøðingur, leggur í bløðunum undirritaða, ein søgufrøðing, undir at vera leikmann, tí undirritaði hevur dittað sær at skriva eina bók um bíbliuna. Tey, sum hava lisið bók mína, “Guds orð ella orð um Gud”, vita, at eg havi skrivað eina søgubók og ikki eina gudfrøði bók – uttan Kristian Hansen, hóast hann sigur seg hava lisið bókina fýra ferðir. Bókin snýr seg fyrst og fremst um bíbilsku tekstirnar sum søguligar keldur, grundað á ta søgukritisku bíbliugranskingina, sum tað eisini verður upplýst í innganginum. Tað verður eisini upplýst, at søgufrøðingar bara kunnu koma fram til tað, sum er søguliga mest sannlíkt – hvat fólk trúgva hevur ongan áhuga í hesum høpi. Eg kundi sjálvandi heitt á Kristian Hansen um at lesa inngangin fimtu ferð, men tá hann ikki hevur skilt tað eftir fýra lestrar, so man ein fimti lestur neyvan fara at hjálpa.
Mær kunnugt hevur Kristian Hansen onga bókaútgávu at peika á, greinarnar, sum hann skrivar, eru illa undirbygdar, fullar av pástandum og beinleiðis feilum. Kortini metir hann seg føran fyri - uttan skugga av grundgevingum - at meta um fakligu dygdina á m.a. mínum arbeiði. Man tað ikki siga meira um mannin, enn tað sigur um tær útgávur, sum maðurin tekur sær rætt til at fella dóm yvir? Uttan at taka munnin ov fullan, so eri eg fullvísur í, at míni fakligu avrik eru væl drúgvari enn tey hjá Kristian Hansen, bæði tá tað snýr seg um framleiðslu og dygd. Tá ið tað snýr seg um søgu, hevur Kristian Hansen ongar formligar førleikar.
Tað er ikki undirritaði, men Kristian Hansen, sum er leikmaðurin, ið roynir at seta fakmannin, undirritaða, upp á pláss. Tað taki eg ikki fyri meira enn tað er – eitt illsinnisgleps frá einum, ið ikki vil lata sær lynda, at nakar loyvir sær at skriva nakað, ið sáar iva um grundarlagið undir hansara persónligu trúgv. Ein ófólkaligur leikmaður, sum ikki dugir vanligan fólkaskikk, t.d. at nevna navnið á tí persóni, hvørs arbeiði hann umrøður.
Kristian Hansen kjakast ikki um substansin í bók míni, men setir bara sjónarmið (serliga at evangelistarnir ikki vóru eygnavitni) í bók míni upp ímóti sjónarmiðum, ið hann letur Richard Bauckham hava (at evangeliini eru eygnavitnisfrágreiðingar). Hetta sigur í veruleikanum ikki nakað annað enn, at vit báðir eru ósamdir um ymisk viðurskifti um bíbliuna – sjálvandi treytað av, at Kristian Hansen endurgevur sjónarmiðini rætt. Tann avgerandi spurningurin um, hvør hevur rætt verður á ongan hátt svaraður av tílíkum leikmansfjákalótum.
Kristian Hansen fer, sum eg skal vísa dømi um, enntá so langt, at hann falsar sitat, fyri at seta mín tekst upp ímóti Richard Bauckham. Eg ætli mær ikki út í kjak við persón, sum nýtir tílíkan framferðarhátt, men fyri at onnur skulu skilja tann rætta samanhangin, er neyðugt at seta nøkur viðurskifti uppá pláss. Serliga er tað spurningurin, hvørt evangelistarnir vóru eygnavitni til Jesu lív ella ikki, sum tykist upptaka Kristian Hansen.
Tilgjørt mótstríð og sitatfals
Tey, sum hava lisið bók mína, vita, at hon er grundað á hópin av viðurkendum granskarum. Í veruleikanum stendur lítið fyri egna rokning, sum tær 348 viðmerkingarnar og kelduávísingarnar týðiliga vísa, hóast eg sjálvandi taki ábyrgdina av allari útveljingini og framsetingini – eisini feilum. At evangeliini skulu vera skrivað av eygnavitnum, er eitt sjónarmið, sum hevur sera avmarkaða undirtøku millum bíbliugranskarar. Einki av tí, sum eg havið lisið av Richard Bauckham, hevur fingið meg at broyta støðu á hesum økinum. Tað er í veruleikanum heldur ikki tað, sum Richard Bauckham roynir at grundgeva fyri í bók síni - um vit síggja burtur frá Jóhannesevangeliinum, sum eg skal koma aftur til seinni. Richard Bauckham roynir í Jesus and the Eyewitnesses at grundgeva fyri, at evangeliini eru skrivað av fólki, sum bygdu á eygnavitnisfrágreiðingar. Tað er í veruleikanum ikki so nógv øðrvísi enn tað, sum eg havi skrivað í míni bók: “tá talan er um vaksna lív og virki Jesusar er tað rímiligt at ganga út frá, at høvundarnir, t.d. Paulus og evangelistarnir, hava havt samband við persónar, sum møguliga vóru eygnavitni til lív Jesusar ella tætt at eygnavitnum” (s. 110). Her er tað Kristian Hansen, sum setur andsagnir upp millum meg og Richard Bauckham, har nærum ongar eru.
Kristian Hansen fer enntá so langt, at hann falsar sitat úr bók míni, fyri at seta niðurstøður, sum hann sigur vera mínar, upp ímóti niðurstøðum hjá Richard Bauckham. T.d. endurgevur hann í Dimmalætting 6. september 2010, soleiðis úr bók míni (síðu 78): “eingin av evangelistunum var eygnavitni... Hendan sannroyndin..., hevur við sær, at søguliga kelduvirðið í evangeliinum kann hugsast at vera rættiliga ivasamt”. Tað, sum stendur í bók míni er hetta (s. 78): “ ... enntá rættiliga bíbliutrúgvir granskarar, sum t.d. Bruce M. Metzger, noyðast at viðganga, at eingin av evangelistunum sambært nýmótans granskarum var eygnavitni til lív og virki Jesusar.” Síðan stendur ávísing 138, har víst verður til 6 bøkur. Teksturin heldur so beinleiðis fram við at endurgeva nevnda tekst eftir kenda og nógv virda professaran Bruce M. Metzger: “Um Jóhannesevangeliið skrivar Bruce M. Metzger soleiðis: “Av ymiskum grundum ... trúgva meginparturin av nýmótans granskarum ikki, at ápostulin Jóhannes beinleiðis varð høvundur til evangeliið .... “.” Tað skuldi verið eyðsæð fyri lesaran, at Kristian Hansen, umframt fullkomiliga at taka mín tekst úr høpi, falsar sitatið úr bók míni, tá hann tekur orðini “sambært nýmótans granskarum” burtur úr sitatinum, fyri at eingin skal leggja merki til, at hann her leggur mær eitt uppáhald í munnin, ið ein virdur amerikanskur professari eigur.
Í mínum teksti verður enntá endurgivin annar granskari við professaraførleika, ið er samdur við Bruce M, Metzger, og fleiri aðrir verða endurgivnir á síðu 77, áðrenn eg loyvi mær at koma til ta varnu niðurstøðuna: “Hendan sannroyndin, saman við seinni tillagingum og ískoytum, hevur við sær, at søguliga kelduvirðið í evangeliunum kann hugsast at vera rættiliga ivasamt “, sum Kristian Hansen eisini endurgevur í úrvali – tó uttan sitatfals. Kristian Hansen dámar eftir øllum at døma ikki uppáhaldið hjá mær um, at seinni tillagingar og ískoyti eru sett inní í teir bíbilsku tekstirnar – uttan at hann tó er førur fyri at afturvísa hesum. Tí hevur hann helst hildið, at betur var at taka hendan partin av míni grundgeving burtur úr sitatinum. Her kundi tað verið áhugavert at víst á, at Richard Bauckham (s. 224) við støði í fornum tekstum rør fram undir, at teir, ið skrivaðu Matteusevangeliið á griskum máli - sambært honum eftir einum upprunaligum arameiskum teksti hjá eygnavitninum Matteusi - “heavily editet the text”, sum tað eisini “was common in the ancient world”.
Tað fellir ikki í góða jørð hjá Kristian Hansen, tá eg skrivið soleiðis um bíbilskar høvundar, men tað tykist so greitt, at tey, sum trúgva, at bíbilski teksturin er fullkomin, verða vónbrotin, um tey lesa Richard Bauckham.
Eygnavitni ella seinni høvundar
Tað ráðandi sjónarmiðið innan vísindaligu bíbliugranskingina er, at Markusevangeliið er skrivað um 70 e.Kr., Matteusevangeliið um 80 e.Kr, Lukasevangeliið 90 e.Kr. og Jóhannesevangeliið um 100 e.Kr. Hetta upplýsir Richard Bauckham eisini í bók síni (t.d. s. 19-20). Mær kunnugt hevur eingin nakrantíð hildið uppá, - heldur ikki Richard Bauckham - at Markusevangeliið er skrivað av einum eygnavitni. Biskupurin Papias, sum um 140 e.Kr. skal hava nevnt ein Markus at vera høvund til hetta evangeliið, sigur um hendan Markus, at hann “hvørki hevði hoyrt Harran ella fylgt honum, men seinni ... hevur hann fylgt Pæturi”. Hann kendi v.ø.o. ikki Jesus persónliga, sum Kristian Hansen í Dimmalættin 6. september 2010 hevur fingið so ilt av, at eg haldi uppá í bók míni. Kristian Hansen gloymir bara - her eins og aðrastaðni - at nevna, at uppáhaldið er grundað á Papias og at tað er tann kendi og nógv virdi professarin og Jesus-serfrøðingurin, E. P. Sanders, ikki eg, ið eigur orðini: “Høvuðskeldurnar til okkara vitan um Jesus sjálvan, evangeliini í Nýggja Testamenti, eru, úr sjónarhorninum hjá søgufrøðinginum, litað av tí veruleika, at tey vóru skrivaði av fólki, sum ætlaðu at hálova sína hetju ... Evangeliini siga frá tí, sum Jesus lærdi og gjørdi á einum máli, sum ikki var hansara egna (hann undirvísti á arameiskum, evangeliini eru á grikskum) og tey seta hvørja einastu upplýsing inn í ein samanhang eftir vegleiðing frá hansara lærusveinum, vanliga av lærusveinum, sum ikki kendu hann persónliga. Sjálvt um vit vistu, at vit hava hansara egnu orð, so kundu vit framvegis borið ótta fyri, at hann var endurgivin uttanfyri samanhang” (s. 81-82). Kenni eg Richard Bauckham rætt, so hevði hann verið samdur við mær í, at høvundin av Markusevangeliinum ikki kendi Jesus persónliga: “Mark ... not being an eyewitness himself” (s. 228). Her er lítið at koma eftir hjá søgufrøðingum, sum halda seg til heimildirnar – ella hjá Kristian Hansen. Tað hevur ongantíð verið nakar ivi um, at evangeliið er skrivað av einum, sum ikki sjálvur var eygnavitni til lív og deyða Jesusar. Fleiri granskarar ivast hinvegin í, um upplýsingin hjá Papias um Markus, ið er varðveittur í kirkjusøguni hjá Eusebiusi, upprunaliga skrivað í 4. øld e.Kr., er eftirfarandi, tá sipað verður til tann Jóhannes Markus, ið seinni fylgdust við Pæturi. Richard Bauckham viðurkennir eisini, at tað er eitt “widespread view” (s. 203) at Markus hjá Papias ikki er Jóhannas Markus, fylgisveinur Pæturs.
Tað ber eisini rættiliga illa til at koma uttanum, at Matteusevangeliið er grundað á Markusevangeliið, samstundis sum tað byggir á annað tilfar, ið er lagt afturat - m.a. barndómssøgurnar um Jesus. Hetta viðurkenna nýmótans granskarar, sum eg vísi á (s. 75) við m.a. eini ávísing til viðurkendan og bíbliutrúgvan amerikanskan granskara. Av tí, at tað er ógvuliga ósannlíkt, at eitt eygnavitni til lív Jesusar skal hava verið so heft at eini frágreiðing hjá einum høvunda, sum ikki var eygnavitni til lív Jesusar, er tað ógvuliga ósannlíkt, - fyri ikki at siga útihýst - at lærusveinur Jesusar, Matteus, sum seinni hevur fingið heiðurin fyri at hava skrivað evangeliið, skal hava skriva tað. Her er heldur einki at koma eftir hjá einum kritiskum søgufrøðingi. Bauckham sigur nú heldur ikki, at Matteus, lærusveinur Jesusar, skrivaði evangeliið, men at tað byggir á ein arameiskan tekst hjá Matteusi, ið av ókendu griksku høvundunum til evangeliið er vorðin “heavily edited”.
Lukasevangeliið hevur ein inngang (1:1-3), har tað týðiliga sæst, at høvundin ikki segði seg vera eygnavitni til lív Jesusar. Eygnavitnini verða nevnd í tátíð. Hevur Lukas skrivað evangeliið, sum Ireneus vildi vera við um 180 e.Kr., so kann hann eisini illa hava verið eygnavitni. Lukas var ein fylgisneyti hjá Paulusi, sum heldur ikki hitti Jesus. Heldur ikki her havi eg nakra grund til at broyta støðu til sjónarmiðini, sum eru løgd fram í bókini. At fleiri bíbliugranskarar harumframt halda, at kunnleikin í hesum evangeliinum til lív og læru Paulusar tykist vera so ófullfíggjaður, at Lukas, fylgisneyti Paulusar, illa kann hava skrivað tað, er ein heilt onnur søga.
Jóhannesevangeliið nevnir eitt eygnavitni á ein ógvuliga kryptiskan hátt í 21. kapitli, sum Richard Bauckham m.a. grundar uppáhaldið um, at tað er skrivað av einum eygnavitni, á. Trupulleikin er bara, at tað er eitt rættiliga útbreitt sjónarmið, at m.a. hesin kapittulin er lagdur afturat evangeliinum seinni. Tann kryptiska tilvísingin í Jóhs. 21:24, saman við tí, at onnur tekstabrot eru løgd afturat evangeliinum seinni, bendir eisini á, at teksturin er skrivaður av øðrum enn eygnavitninum, sum víst verður til. Tað ber til at lesa grundgevingarnar í bók míni, har víst verður til fleiri viðurkendar granskarar – eisini rættiliga bíbliutrúgvar. Tá eg í bókini (s. 78) haldi uppá, at “meginparturin” av granskarunum ikki halda, at evangeliið er skrivað av einum eygnavitni, so byggir tað sum fyrr nevnt á sitat frá rættiliga kendum amerikanskum bíbliugranskara, umframt á fleiri aðrar granskarar (s. 76-78). Eg kendi ikki bókina hjá Richard Bauckham frá 2006, tá eg skrivaði mína bók í 2007, men eg haldi ikki, at eg tá kundi ella nú hevði skrivað hatta øðrvísi. At sjónarmiðið hjá Richard Bauckham er eitt greitt minniluta sjónarmið, er eisini nakað, sum hann ger vart við sjálvur: “In the case of one of the Gospels, that of John, I conclude, very unfashionable, that an eyewitness wrote it”. (s.6). Eg eri ikki samdur, og tað tykjast meginparturin av nýmótans granskarum framvegis heldur ikki vera.
Eg skilji framvegis millum tann søguliga Jesus og tann Jesus, sum vit finna í evangeliunum, eins og eg eisini skilji millum tann søguliga Augustus, og tann Augustus, sum er at finna í verkinum hjá Suetonius. “Eg havi avbera góða grund til heilt at skilja millum tað, sum ápostlarnir halda uppá í sínum egnu verkum og tað, sum Jesus í sínum veruliga lívi hevur sagt og lært” – fyri at endurgeva Hermann Samuel Reimarus (1694-1768), sum hevur grundað hesa hevdvunnu granskingarsiðvenjuna. Tað er helst mest her, at mín bók og mínar heimildir eru í stríð við tey kristnu sjónarmiðini hjá Richard Bauckham. Einki av tí, sum eg kenni til granskingina hjá Richard Bauckham, hevur fingið meg sum søgufrøðing til at broyta støðu á hesum økinum.
Hetta við tí søguliga og tí evangeliska Jesusi er altso heldur ikki nakað, sum eg havi funnið uppá - tíverri.
Seinni ískoyti til bíbilskar tekstir
Heldur ikki eri eg í iva um, at endin á Markusevangeliinum (16:9-20), sum sigur frá møtum millum tann upprisna Jesus og lærusveinarnar, ið ikki er at finna í teimum elstu handritunum, er lagdur afturat seinni. Eg eri heldur ikki í iva um, at søgan um kvinnuna í Jóhannesevangeliinum (7:53-8:11), sum varð tikin í hordómi, og heldur ikki er at finna í teimum elstu handritunum, er løgd afturat evangeliinum av seinni høvundum. Eg eri keddur av aftur at siga tað, men eisini her eru “flest allir bíbliugranskarar” fullkomiliga samdir við mær.
At Paulus ikki hevur skrivað m.a. pastoralbrøvini, sum stava frá seinni høvundum, eri eg heldur ikki í iva um.
Barndómssøgur í nýggjari útgávu
Eg eri eisini framvegis sannførdur um, at barndómssøgurnar um Jesus í Matteus- og Lukasevangeliunum eru frásagnir, ið hava lítið søguligt grundarlag, eru mótstríðandi og hava upplýsingar, sum eru líkar halgisøgum. Tær byggja ikki á eygnavitni. Tá eg bar hetta uppá á mál við Richard Bauckham, meðan hann var í Føroyum, segði hann seg vera samdan við mær í, at føði- og barndómssøgurnar bygdu á eitt heilt annað og nógv meira ivasamt tilfar – t.e. ikki á eygnavitnisfrágreiðingar. Hann legði afturat, at bíbliugranskarar hava nógv meira at læra av søgufrøðingum, enn av gudfrøðingum. Ein greinarøð um hesar báðar barndómssøgur í fýra pørtum, sum eg eri við at leggja seinastu hond á, kemur vónandi í bløðini skjótt. Í hesi drúgvu greinarøð havi eg við søguvísindaligari metodu útbygd tað rættiliga nógv, sum stendur í bókini hjá mær um hesar søgur.
Tað er kanska tíð upp at koma við nýggjum tilfari, tí bókin, Guds orð ella orð um Gud, er um at vera útseld.
Endi
Heldur enn at fáa ilt av tí, ið eg havi skrivað í Guds orð ella orð um Gud, átti Kristian Hansen at fingið okkurt skrivað og útgivið sjálvur. Um fakliga dygdin er í lagi, ið ein óheftur metari hevði komi at tikið støðu til (eins og Fróðskapur gjørdi, tá mín bók skuldi gevast út í røðini “Onnur rit”), so ivist eg onga løtu í, at Fróðskapur gleðiliga hevði átikið sær at givið handritið út – uttan mun til niðurstøður. Tað er sjálvandi ein ófrávíkilig treyt, at Kristian Hansen heldur seg frá at falsa sitatir, fyri at koma til frammanundan givnar niðurstøður.
Ófólkalig lesarabrøv, har Kristian Hansen, uttan grundgevingar, við skeivum uppáhaldum og beinleiðis sitatfalsi, roynir døma arbeiði hjá øðrum, geva honum onga viðurkenning. Tað hevði í veruleikanum sømt seg best fyri Kristian Hansen at komi við eini umbering til Fróðskaparsetrið, Fróðskap – og kanska til mín.