Rættsinnaði tænastumaðurin

Minningarorð um Ólav Olsen fyrrverandi. landsgrannskoðara

f. 20.06.1923. d. 13.04.2008.

Í øllum 80-unum untist mær at vera løgtingsgrannskoðari. Øll árini var Ólavur Olsen landsgrannskoðari. Tað er so ymiskt við samskifti millum embætisfólk og politikkarar. Ofta halda politikkarar, at embætisfólk taka tey av ræði. Neyvan er tað so, heldur man tað vera, at tey fólkavaldu stundum kenna seg ótrygg, tá tað gerst teimum greitt, hvussu lítið tey í veruleikanum vita um samanhang. Í slíkum høpi var Ólavur Olsen íkki bara embætismaður men eisini starvsfelagi, ið var fúsur at kunna okkum politikkarar um, hvat tað snúi seg um, og hvør okkara setningur var. Hjá okkum báðum passaði kemiin. Samstundis sum hann var hin spakføri, høviski og kunnandi embætismaðurin, so stóð tað ikki á hjá honum at venda sær til teir stovnsleiðarar undir landinum, ið ikki høvdu tamarhald á játtanum sínum – og at gera vart við, at nýtslan var ov høg. Hetta var ikki nøkur einføld og tøkksom uppgáva, m.a. tí vit tá ikki høvdu nakra stýrisskipanarlóg at halda okkum til. Stundum vóru vit atfinningarsom, tá álitini til løgtingið vóru skrivað. Eisini kom fyri, at vit mæltu frá at góðkenna roknskapirnar. Her hevði Ólavur hepna hond við at føra pennin, klippa og skera orðingarnar, so tað var borðbart, ið var lagt fyri tingið. Hjá honum var tað sakin, ið hevði fyrstu raðfesting og ikki at gera vart við seg sjálvan.


Vit bæði høvdu í frítíðini nøkur felags áhugamál. Dámdu at svimja og at ganga til konsertir og hoyrdu ofta somu guðstænastur.Vit høvdu nógv at práta um. Allir synir hansara og Odu: Heri, Ove og Kári spældu uppá ljóðføri í Havnar Hornorkestri. Stuttligt var at fylgja við, tá eisini abbasynirnir, sum hann var so errin av, gjørdu vart við seg í musiklivinum. Tað var hjartanemandi at hoyra teir Ólav, Andras og Trónd við jarðarferðina í Vesturkirkjuni spæla sálmin Ver tú hjá mær fyri abba sínum. Eisini Havnar Hornorkestur spældi á gravarbakkanum. Neyvan hava teir seinastu hálvhundrað árini yvirhøvur havt trúgvari áhoyrarar enn Ólav Olsen og konuna.


Ólavur hevði mikla umsorgan fyri konu, børnum og abbabørnum og haraftrat var hann ein gentlemaður, sum eg altíð helt tað vera hugaligt at práta við. Vit komu at hava samband hvør við annan, eftir at arbeiðsdagur okkara í tinginum var lokin hjá mær í 1990 og hjá honum í 1991.


Ólavur og Oda settu búgv í Grønulíð úti í Grønlandi í Havn fyri meira enn fimti árum síðani. Longri niðri í Grønlandi stendur í einum urtagarði felt niður í grótið av einum pápa og synum hansara á fronskum máli: tað er neyðugt at røkja sín urtagarð. Veit ikki, um Ólavur kendi hesi orð, men í øllum førum røkti hann við nærlagni sín urtagarð so leingi heilsan loyvdi tí. Eins og synirnir og abbasynirnir hevði hann musisk evni, og tá desembur mánaður kom, hentaði hann tað úr urtagarðinum, ið brúkast kundi og gjørdi jólaborðprýði úr tí.


Nú heilsan fór at bila, nívdi tað hann, at hann ikki longur kundi lætta um hjá konuni, tí heldur ikki hon var frísk longur. Eisini hon lá á sjúkrahúsinum, nú hann fór til fedrar sínar. Sløk 60 ár untist teimum at vera gift.


Hugur okkara leitar til Odu.

Vóni og vænti, at hon hoyrir og finnir ugga í vøkru morgunlestrunum í Útvarpinum seinastu tvær vikurnar og hesa vikuna um sorg og kærleika.


Friður verið við minninum um Ólavur Andreas Olsen.


Karin Kjølbro