Úr tungum sjógvi upp á slætt

- Skopun hevur siglt í tungum sjógvi í nøkur ár, men vit hava hevjað okkum upp aftur, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri.

Tað er Skopun, sum eigur sandoyarstevnuna í ár, og stevnan verður hildin í Skopun hetta vikuskiftið. Fyri fýra árum síðan, tá stevnan seinast varð hildin í Skopun, hevði Skopun eisini vitjan av træseglskipum.

 

- Vit, sum eru rættiiga tilkomin, mintust óiva árini, tá hesi skip vóru arbeiðsplássið hjá flestu pápum og beiggjum, men tað er ein farin tíð. Vit minnast ta tíðina sum góða, hóast lítið og einki var av peningi.

 

Gerhard Lognberg vísir á, at í hesi tíðini vóru mammurnar bestu "finansministararnir", sum hugsast kundu, og tær fingu næstan alt burtur úr ongum, sum hann tekur til.

 

- Skal eg siga okkurt um Skopun, hevur kommunan siglt í tungum sjógvi í nøkur ár, men vit hava hevjað okkum upp aftur, tí vit hava raskar kvinnur og menn.

 

Borgarstjórin sigur, at skattainntøkan hevur verið hægri enn mett í fleiri ár, og hetta hevur munað væl í kommunukassanum.

 

- Í fjør asfalteraðu vit vegirnar, gjørdu okkara skúla lidnan, soleiðis at hann nú er millum teir fremstu í landinum. Skattaprosentið er lækkað, og barnagarðsgjaldið er lækkað.

 

Nú sandoyarstevna verður í Skopun, bjóðar borgarstjórin vegna kommunu og stigtakarar øllum - bæði nær og fjar - hjartaliga vælkomnum til Skopunar.

 

In.fo fer í kvøld at venda aftur til ymiskt av tí, sum verður á skránni í Skopun á sandoyarstevnu.