Róðu undir heimsmetið

Sunnunáttina verður Katrin Olsen partur av HM-finalu í kappróðri

Kappróður

Danskir fýrarin hjá kvinnum, har føroyska Katrin Olsen er partur av manningini, vann seg í nátt fram í HM-finaluna.
Hetta hendi, tá tær í sínum innleiðandi umfari róðu málið í eini tíð, sum var skjótari enn heimsmetið. Tíverri hevði kanadiski báturin í hinum umfarin róð teinin enn skjótari, og tí kann Katrin ikki siga seg hava heimsmetið - í øllum førum ikki enn.
Saman við Kanada er Danmark nevnliga einasta landið, sum higartil hevur vunnið seg beinleiðis í finaluna. Í vikuni verða so restina av finaluluttakarunum funnir, og sunnunáttina kl. 3.30.
Eisini Sigrid Svartá er partur av donsku manningini. Hon er eykamaður á fýraranum, og hartil hevur hon róð einsamøll. Her gjørdist hon aftast í sínum innleiðandi bólki, og í morgin skal hon so rógva uppsamlingsróður.