Ræðuleikans kríggj

Neyvan nakrastaðni í heiminum eru teir stríðandi partarnir so harðrendir og eirindaleysir sum í borgarakrígnum har norðuri í Uganda.

Í hesari vikuni eru læknar hjá hjálparfelagsskapinum Læknar Uttan Landamark og niðurlendska stovninum Interplast Holland farnir undir at skurðviðgera tólv fólk, sum eru vorðin lamløstað í tí sjáldsama harðrenda borgarakrígnum har norðuri í Uganda.

Søgurnar úr bygdunum í hesum økinum eru ræðuligar. Har eru fólk, sum ikki hava nakrar varrar longur, tí krígsbrotsmenn hava skorið tær av teimum. Har eru fólk, sum ikki hava nakra nøs longur, onnur hava eingi oyru, onnur hava mist ein ella fleiri fingrar, og uppaftur onnur hava mist annan armin ella annað beinið.

-Tað eru serliga kvinnurnar, sum fáa hesa óhugnaligu viðferðina, sigur Petter Hveem hjá Læknum Uttan Landamark við norska blaðið Aftenposten. Sjálvur var hann í Uganda fyrr í ár, og har hitti hann fleiri fólk, sum høvdu fingið eina óhugnaliga viðferð. Fleiri av teimum, sum hava mist sínar varrar, hava ilt við at eta, og teimum tørvar tí læknahjálp.

ST sigur, at meiri enn ein millión fólk eru flýdd til serligar legur, har myndugleikarnir royna at verja tey ímóti uppreistrarmonnum. Men tað er so sum so við verjuni, tí nógv og serliga kvinnurnar líða illa undir teimum áhaldandi samanbrestunum ímillum stjórmnarherin og tann tiltikna uppreisttarfelagsskapin Harrans Mótstøðuher. Nógv børn hvørva og verða brúkt sum hermenn ella sum sextrælir.

Harrans Mótstøðuherur er tiltikin fyri sín harðskap. Millum annað brúkar hann børn til at drepa síni egnu skyldfólk ella onnur børn. Mótstøðuherurin hevur stríðst ímóti stjórnini í átjan ár. Hansara mál er at skipa Uganda sum eitt land, ið skal stýrast eftir teimum tíggju boðunum í Bíbliuni.