Fyrst funnu tey restirnar av einum barnalíki, síðani hava tey funnu loynilig torturkømur undir jørð, og nú hava fleiri enn 160 fólk sagt seg vera misbrúkt á barnaheimi Lítla bretska oyggin Jersey við sínum 90.000 íbúgvum er rættiliga komin í fokus, eftir at restirnar av einum barnalíki vórðu funnar í einum fyrrverandi barnaheimi.
Mistanki var frammanundan um, at børn høvdu verið útsett fyri harðskapi á heiminum, men ræðusøgurnar, sum síðani eru komnar fram hava skelkað alt Bretland.
Fleiri enn 160 fólk, sum hava búð á heiminum sum børn, hava sett seg í samband við løgregluna og ákært fyrrverandi starvsfólk fyri harðskap og misbrúk.
Vitnini hava tosað um loynilig kjallararúm, har børn vórðu fastbundin, og fyri fáum døgum síðani funnu løgreglulið tað fyrsta av hesum rúmum.
Nú skulu 12 serútbúgvin fólk setast afturat til at kanna fyrrverandi barnaheimið, og løgreglan heldur áfram at tosa við vitnir og kanna ákærur.
Parið, sum vóru leiðarar í 1970unum og 80unum búgva nú í Skotlandi, og tey nokta at kenna nakað til misbrúkið.
Gølan hevur eisini elvt til politiskt rumbul í lítla oyggjasamfelagnum, har fyrrverandi heilsumálaráðharri sigur seg vera kroystan frá fyri at leggja lok á gøluna.