Ræðuliga skuffandi

Liðformaðurin hjá Mjølni, Thorvald Danielsen, valdi at hyggja frameftir, hóast hann ikki duldi fyri, at hann var sera vónbrotin av at tapa mansfinaluna í síðstu bóltunum

– Tað var ræðuliga skuffandi at tapa fimta sett soleiðis. Vit vóru frammanfyri allan vegin, 12-9, men so gjørdu vit býttar feilir í servunum, so tað bleiv 12-12. So veit eg ikki, hvat hendi víðari, segði Thorvald Danielsen, liðformaður hjá Mjølni.
– Men vit fingu so víst, at vit aftur kundu geva ÍF ein skarpan gang. Fólk fingu sjálvandi gott undirhald fyri pengarnar, men eg eri ræðuliga skuffaður av hesum.
Hóast vónbrotið, valdi Thorvald at hyggja frameftir, tí enn er føroyameistaraheitið at fara eftir:
– Ja, nú er bara føroyameistaraheitið eftir, so tí fara vit eftir. Vit skulu halda annaðplássið, so vit koma í FM-finalurnar. Gamaní, taptu vit steypafinaluna, men FM-finalan er eisini góð at vinna.