Róður á Argjum í 25 ár

Eitt av størstu róðrarfeløgum í landinum, Argja Róðrarfelag, fylti í gjár 25 ár. Í gjøgnum árini hava bátar hjá Argja Róðrarfelag vunnið 16 føroyameistaraheiti, felagið bleiv valt til ársins róðrarfelag í 2004, umframt at felagið bleiv valt sum ársins ítróttarbragd hjá Dimmalætting sama ár

16. august í 1982 bleiv eitt nýtt róðrarfelag í Føroyum sett á stovn. Hetta var róðrarfelagið á Argjum, sum í dag telist ímillum størstu róðrarfeløg í landinum. Tað vil siga, at felagið í gjár hevði 25 ár á baki sum róðrarfelag, og eingin ivi er um, at felagið við árunum hevur voksið seg størri og størri.

Fyrsta bátin fekk felagið í 1983, tá 8-mannafarið, Argjabáturin, bleiv bygdur, og næsti báturin kom árið eftir, tá 5-mannafarið, Blikur, bleiv bygdur. Eftir hetta hevur Argja Róðrafelag fingið tveir bátar afturat. 6-mannafarið Lómur bleiv bygdur í 2002, og fyrr í ár fekk róðrarfelagið eitt nýtt 5-mannafar, sum bleiv kallað Teistin.

Hesi 25 árini, sum bátarnir hjá Argja Róðrarfelag hava kappast um føroyameistaraheitini, er tað blivið til 16 meistaraheiti í teimum ymisku bátaflokkunum, Argja Róðrarfelag bleiv valt til ársins róðrarfelag í 2004, og harumframt vann felagið eisini ársins ítróttarbragd hjá Dimmalætting sama ár.


Genturnar á Bliki løgdu fyri

Sjálvt um Argjabáturin var fyrsti báturin hjá felagnum, so var tað tó Blikur, sum felagið fekk árið eftir Argjabátin, sum tryggjaði felagnum fyrstu føroyameistaraheitini.

Longu fyrsta árið, sum 5-mannafarið, Blikur, var við í kapping, megnaðu kvinnurnar av Argjum at vinna meistaraheitið. Stóran part av árinum var tó alt, sum bendi á, at Sílið fór at vinna meistaraheitið. Undan ólavsøkuróðrinum hevði Sílið vunnið tríggjar stevnur, meðan Blikur hevði vunnið eina, og munurin í millum bátarnar var heili fýra stig.

Á ólavsøku bleiv alt tó vent á høvdið. Blikur vann róðurin, meðan Sílið endaði heilt afturi á fjórða plássi. Hetta gjørdi, at liðini endaðu jøvn í stigum, men av tí at Blikur vann á ólavsøku, so vunnu genturnar av Argjum eisini meistaraheitið.

Hetta gjørdist sostatt fyrsta meistaraheitið hjá Argja Róðrarfelag.


Fleiri meistaraheiti til Blik

Næstu árini var tað Blikur, sum fekk góðu úrslitini hjá Róðrarfelagnum. Árið eftir fyrsta meistaraheitið hjá Argja Róðrarfelag í 1985 vann felagið enn eitt meistaraheiti. Hesa ferð vótu tað dreingirnir umborð á Bliki, sum endaðu ovast eftir tær fimm stevnurnar.

Fyrstu stevnuna fekk Blikur einki stig, men næstu tríggjar stevnurnar vunnu dreingirnir av Argjum, og sostatt varð lagt upp til enn ein sigur og eitt meistaraheiti á ólavsøku. Sigurin fingu teir ikki, tí teir endaðu á fimta plássi, men teir vóru tó so langt framman fyri í FM-kappingini undan ólavsøkuróðrinum, at hana vunnu teir kortini.

Í 1986 fekk felagið triðja meistaraheitið, tá tað aftur vóru kvinnurnar á Bliki, sum endaðu ovast. Kappingin var hørð við Bylgjuna alt hetta árið, men Blikur var alla tíðina eitt fet frammanfyri. Báturin av Argjum vann á Eystanstevnu, á Jóansøku og á ólavsøku, og í FM-kappingini endaði Blikur fimm stig framman fyri Bylgjuna.

So skuldi tað ganga tvey ár, áðrenn felagið aftur endaði á ovastu rók. Hesa ferð vóru tað aftur dreingirnir umborð á Bliki, sum endaðu fremst, men tað var í sera harðari kapping við Koll. Undan ólavsøkuni høvdu bátarnir vunnið tveir róðrar hvør, men Blikur var tó eitt stig frammanfyri.

Á ólavsøkuni vann hvørgin teirra, tí Tarvurin endaði fremst, men Blikur endaði á øðrum plássi og Kollur á triðja, og tí var tað Blikur, sum vann meistaraheitið.

Og árið eftir vóru tað aftur dreingirnir umborð á Bliki, sum vunnu meistaraheitið. Kappingin var sera hørð hetta árið millum fleiri bátar, men tá alt kom til alt var tað tó Blikur, sum var tann sterkasti. Eftir sigurin á ólavsøku var Blikur sjey stig framman fyri næstu bátarnar í FM-kappingini, og fimta meistaraheitið hjá Argja Róðrarfelag var veruleiki.


Argjabáturin tekur yvir

Í 1990 vann felagið einki meistaraheiti, men í 1991 bragdaði aftur. Nú var tað tó ikki Blikur, sum setti dagsskránna, men í staðin var tað flaggskipið, Argjabáturin, sum nú byrjaði at vinna. Hetta gjørdist eisini byrjanin til nøkur sera góð ár hjá 8-mannafarinum á Argjum.

Hetta árið vann Argjabáturin bert tvær stevnur, á Jóansøku og á Varmakeldu, men úrslitini vóru tó so góð, at báturin endaði rættiliga langt fremstur í FM-kappingini.

Í 1992 vann Argjabáturin aftur FM. Hesa ferð var tó eingin ivi. Teir vunnu nevniliga fimm av teimum seks stevnunum, og endaðu langt fremstir í FM-kappingini.

So gingu aftur tvey ár, áðrenn Argjabáturin aftur vísti flaggið. Í 1994 vann hann fýra av FM-róðrunum, men í FM-kappingini endaði hann heili 18 stig framman fyri Fríggjaran á øðrum plássi.

Og bragdið hjá flaggskipinum á Argjum bleiv endurtikið árið eftir, tá Argjabáturin vann allar róðrarnar uttan á ólavsøku, tá Víkabáturin setti teir upp á pláss.

Í 1997 kom enn eitt meistaraheiti til Argjabátin, men hesaferð var kappingin hørð við Gullbrand úr Fuglafirði. Gullbrandur vann tveir av róðrunum, meðan Argjabáturin vann seks, og við hesum var tað eisini Argjabáturin, sum endaði fremst í kappingini um FM.

Árið 1998 er helst eitt tað mest merkisverda árið nakrantíð hjá 8-mannaførunum. Mest sum eingin munur var á eini fimm ella seks bátum, og tað var ógjørligt at spáa um undan einum róðri, hvør bátur fór at vinna.

Tá árið var av høvdu Miðvingur og Húsavíkingur vunnið tveir róðrar, Argjabáturin hevði vunnið ein róður, meðan Gullbrandur vann á ólavsøku. Í FM-kappingini var tó enn einaferð Argjabáturin, sum endaði fremst framman fyri Miðving og Húsavíking, og sostatt var sætta meistaraheitið upp á átta ár veruleiki hjá Argjabátinum.

So gingu aftur tvey ár, áðrenn Argjabáturin aftur endaði ovast. Í ár 2000 var als eingin ivi hjá 8-mannaførunum. Argjabáturin vann nevniliga allar róðrarnar meir ella minni sannførandi, og hetta gjørdist eisini endin á eitt 10 ára skeið, har Argjabáturin hevði vunnið heili sjey føroyameistaraheitið.


Eitt fantastiskt ár

Nú gingu tó nøkur ár, har Argja Róðrarfelag ikki megnaði at vinna nakað meistaraheiti. Tað blivu til heiðursmerki í fleiri av bátaflokkunum, men einki meistaraheiti.

Ikki fyrrenn í 2004 bragdaði aftur, og hetta árið bleiv heilt fantastiskt hjá reyðu bátunum við bláu stokkunum. Heili trý føroyameistaraheitið blivu vunnin hetta árið.

Hjá 5-mannaførum við dreingjum hevði Blikur longu tryggjað sær meistaraheitið undan ólavsøkuni, tá teir høvdu vunnið fimm av seks teimum fyrstu róðrunum. Á ólavsøkuni riggaði tó als ikki, tí tá endaði Blikur nummar sjey. Meistaraheitið var tó í húsi sum tað fyrsta.

Eisini hjá 5-mannaførum við kvinnum endaði Blikur fremst. Tað var tó í harðari kapping við serliga Sílið, sum undan ólavsøku hevði vunnið tríggjar róðrar, meðan Blikur hevði vunnið tveir. Í stigum var Sílið eisini fýra stig framman fyri Blik eftir fyrstu seks róðrarnar, men á ólavsøku gjørdist Blikur drúgvari. Hann vann nevniliga róðurin, meðan Sílið endaði nummar fimm, og sostatt hevði Argja Róðrarfelag tryggjað sær annað meistaraheitið.

Tað bleiv tó til enn eitt meistaraheiti, sum Argjabáturin longu hevði tryggjað sær undan ólavsøkuni við sigri á seks teimum fyrstu stevnunum. Á ólavsøku megnaði Kvívíkingur tó at steðga Argjabátinum, og sostatt mátti 8-mannafarið á Argjum noyðast við FM-heitið.

Hesi trý meistaraheitini gjørdu eisini, at Argja Róðrarfelag bleiv kosið ársins róðrarfelag, samstundis sum felagið bleiv valt sum ársins ítróttarbragd hjá Dimmalætting sama ár.

Seinasta meistaraheitið hjá felagnum kom í 2005, tá ið genturnar á Bliki endaðu fremst í FM. Tað var bara á norðoyastevnu, at tær ikki vunnu, men seinasta seks stevnurnar vunnu tær allar, og tískil endaði tær á einum tryggum fyrsta plássi í FM-kappingini.

Síðani 2005 er einki meistaraheiti komið afturat til Argja Róðrarfelag, men tað verður neyvan leingi, til felagið aftur endar á ovastu rók.

Annars verður sagt av Argjum, at felagið fer at hátíðarhalda 25 ára dagin tann 3. november. Tá verður tann stóra argjaveitslan á skránni, sum verður hildin millum Argja Róðrarfelag og Argja Bóltfelag. 



Bátar hjá Argja Róðrarfelag


5-mannafør:

Blikur

Teistin


6-mannafør:

Lómur


8-mannafør:

Argjabáturin

Teistin


10-mannafar:

Teistin



Meistaraheiti hjá Argja Róðrarfelag


5-mannafør dreingir:

Blikur 4 (1985, 1988, 1989, 2004)


5-mannafør gentur:

Blikur 1 (2005)


5-mannafør kvinnur:

Blikur 3 (1984,1986, 2004)


8-mannaførini:

Argjabáturin 8 (1991, 1992, 1994, 1995, 1997, 1998, 2000, 2004)