- Tað vísir seg, at skerjingar eru á øllum økjum á fíggjarlógini. Tað ræður tí um at halda fast sum frægast.
Tað staðfesti Petur Elias Petersen, ÍSF forseti á aðalfundi í felagssapinum í gjár. - Hvør króna, sum kemur til ítróttin er væl givin út, tí hon strekkir so langt í hondunum á sjálvbodnu eldsálunum kring landið.
Hann vísti á, at eftir uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2011, skuldi ÍSF skerjast 500.000 krónur, men tíbetur samtykti tingið at avmarka skerjingina til 200.000 krónur.
- Men vit harmast hvørja skerjing, tí hon hevur beinleiðis ávirkan á virksemið hjá ítróttarrøsluni.
Hann vónaði tí, at politiska skipanin fer at taka ábyrgd og hækka játtanina til ítróttin heldur enn at royna at klípa av henni, tá høvi býðst.
Í formansfrágreiðin síni heitti hann eisini staðiliga á feløg, sum hava sáttmálasettar leikarar ella venjarar, at tosa við tryggingarfeløgini um at fáa skipa tryggingar, ið kunnu hjálpa hesum, um tey eru fyri skaða ella vanlukku í ítróttarvirksemi sínum, tí tað eru hvørt ár ítróttarfólk, ið meiðsla seg.
Hann nevndi eisini, at á Oyggjaleikunum á Isle og Wight í summar, fara føroysku ítróttafólkini, ið eru eini 100 í tali, at kappast í bogaskjóting, badminton, borðtennis, flogbólti, frælsum ítrótti, golf, skjóting, súkkling og svimjing.
Petur Elias Petersen segði eisini, at ÍSF hevur boðað Altjóða Oyggjaleikanevndini frá, at vit vilja fáa leikirnar í 2021.
Og tað eru góð útlit fyri tí, tí Oyggjaleikanevndin arbeiðir við at broyta skipanina, soleiðis at tær oyggjar, ið vilja fáa leikirnar, verða settar í eina røð, soleiðis at áhugagar oyggjar so við og við fáa møguleikan, uttan at skula vinna eina kapping við aðrar oyggjar um leikirnar.
- Tað er tó ein fortreyt, at Føroyar, eins og aðrar áhugaðar oyggjar, megna at sannføra Altjóða Oyggjaleikanevndina um, at vit megnað at skipa fyri einum so stórum altjóða tiltaki, sum oyggjaleikirnir eru. Størstu avbjóðingarnar eru innivist og manglandi umstøður í ávísum ítróttagreinum sum t.d. golf, skjóting og tennis