Upptakt
Málið hjá vágbingum undan kappingarárinum var púra greitt, at nú var tíðin komin at spæla eitt nýtt lið saman. Ættarliðsskiftið, sum hevur verið spakuliga ígongd seinastu trý árini, er nú mest sum totalt, og av gomlu garduni er tað bara Bjarni Johansen, sum enn er eftir.
Hinvegin høvdu tey í Vági helst vónað, at hetta ikki skuldi merkjast heilt so væl á stigtatalvuni, sum tað hevur gjørt higartil. Spælið hevur kanska eisini verið til meira, men persónlig mistøk í verjupartinum hava kostað dýrt.
Sum skilst úr Vági, so verða allir spælarar tøkir mánadagin. Spurningurin er so, hvørt talan verður um nakrar umskipanir. Kanska mest fyri at bøta um úrtøkuna longur frammi á vøllinum. Tað hevur ljóðað, at arbeitt verður við at fáa útelndskan styrk til álopsplássini, men enn er í øllum førum komið stutt við hesum.
Hjá EB/Streymi tykist tað bara vera Egil á Bø, sum ivi er um. Hann breyt armin fyri viku síðani, og enn er hann so ikki tøkur. Hinvegin er hugaligt hjá venjaranum, at Jákup Martin Joensen loksins tykist vera komin í ordiliga venjing. Hann varð í alt fjør darvaður av skaða, og tó at hesin nú er burtur, so tekur tað sína tíð, áðrenn venjingarstøðan er heilt í toppinum eftir ein slíkan umgang.