Ræður um at liva lívið nú

-Eg vil siga við føroyingar, nú páskini standa fyri framman, at tað ræður um at liva lívið fult út nú, tí framtíðin er ikki verd at bíða eftir. At síggja tað stóra í tí smáa. Eg vil eisini siga við allar føroyingar, at tað er týdningarmikið at leggja merki til, at uttan fyri ein sjálvan er ein heimur. Og at vit hava ábyrgd av tí objektiva heimi, sum liggur uttan fyri okkum sjálvi sigur Jógvan Fríðrikson bispur

Páskaprát

Jan Müller

[email protected]

 

 

Jógvan Fríðriksson varð vígdur Føroya bispur 25. november og tók við 1. desember í fjør. Familjan flutti inn í Bispagarðin 3. jóladag. Páskini, sum nú standa fyri durum, verða sostatt fyrsta kirkjuliga hátíðina tey koma at halda í nýggja heiminum. Sosialurin vitjaði í Bispagarðinum undan páskum og spurdu vit bips, hvussu tað kennist at skula halda hesa fyrstu kirkjuligu hátíðina í hesum nýggjum umhvørvinum!

 

-Eg hugsi ikki so nógv um tað, men tað kenst væl. Tað er eisini ein stór ábyrgd at hava átikið sær, tó at tað ikki má koma inflatión í hetta orðið. Eg kenni so eisini eyðmýkd. Annars hugsi eg ikki í míni fatan av mær sjálvum, at eg eri broyttur nakað eftir at hava fingið hetta álit. Eg ætli mær at vera Jógvan og vera prestur og vera upptikin av teimum samfelagsevnum, sum eg havi verið upptikin av tey flestu árini eg havi verið prestur.

 

Tað fyrsta nýggi bispur fór í holt við var fíggjarlógin fyri 2008. Eisini hetta at skula arbeiða í eini yvirtiknari kirkju. Í báðum førum nakað nýtt fyri nýggja bisp. Stórar broytingar hava eisini verið í prestastættini, har vit hava fingið ein nýggjan og ungan prest í Kvívík, Henning Bøgesvang er komin heimaftur, Símun Jacobsen heldur fram í Hvalba, og nú er arbeiðsorka eisini farin til at innstilla nýggjan prest til Suðurstreymoyar eystara prestagjald fyri Marjun Lómaklett. Hesin skal virka har í fimm mánaðir. Talan er um Ann Hansen, sum verður innsett í Dómkirkjuni sunnudagin eftir páskir.

 

Jógvan Fríðrikson sigur, at embætisverkið og tey í kirkjuni arbeiða nú við lóggávuni í sambandi við yvirtøkuna. Hetta sær hann fram til, tí teir tónarnir vit hoyra frá Mentamálaráðnum og nýggja landsstýrinum og samlaða løgtinginum eru jaligir. Stóra uppgávan, sum liggur fyri framman er at fylgja við í tí stóra lógararbeiðinum, sum skal gerast í sambandi við yvirtøkuna.

 

-Og síðani at liva upp til tað eg havi sagt fyrr, nevniliga at fara út og vitja kirkjuráðini. Eg havi boðað frá eini opnari leiðslu. Tað er skilagott, at man setir seg væl inn í tey málsøki, sum eg skal umsita. Tí er so umráðandi at vitja kring landið. Verðin úti í Mykinesi er nú einaferð ikki tann sama sum í Tórshavn. Hon er eisini øðrvísi inni á Strondum. So tað er ein fyrimunur fyri okkum, sum skulu umsita ta føroysku fólkakirkjuna, at vit lurta okkum inn til andan á staðnum. Jógvan Fríðrikson fer so av álvara út at vitja kirkjuráðini í apríl og í mai. Hann hevur so sett sær fyri at hava í minsta lagi 20 guðstænastur kring landið um árið. Næsta guðstænasta bispur fer at halda verður í Dómkirkjuni um páskirnar.

 

Størsta kristna hátíðin

Hvussu tá við páskahátíðini, sum stendur fyri framman og hvat hevur nýggi bispur at siga um hana!

 

-Páskini eru ein tann størsta krisnta hátíðin. Tá hátíðarhalda vit lívið, sigurin og gleðina. Páskirnar eru eisini ein frálík hátíð í so máta, tí tá vaknar eisini náttúran rundan um okkum. Vit síggja lívið vakna og tað spírar, grør og sprettur. Páskirnar eru eisini ein hátíð, sum sigur frá, at tað eru dyr, sum eru latnar upp fyri okkum, at vit hava ein møguleika uttan mun til, hvussu alt annars hevur lagað seg í lívi okkara, ja, so er hvør dagur ein nýggjur møguleiki. Fyri mær er páskahátíðin tann hátíðin, tá vit kunnu lata okkara egna langafríggjadag, tað, sum er miseydnað ella deyðin í okkara egna lívi, liggja, soleiðis at vit kunnu hava vón um ein bjartan morgindag.

 

-Hvat hevur páskaboðskapurin at siga nútíðarmenniskjanum?

 

-Páskaboðskapurin hevur nógv at siga nútíðarmenniskjanum. Hetta at man kann steðga á við eina optimismu. At man fær at vita, at tað er vón. At tú – hóast alt tað, sum eitur synd og alt tað, sum darvar og er miseydnað - fær ein nýggjan møguleika í lívinum.

 

Tað var okkara nýggi prestur, Theodor Olsen, sum í eini sera góðari prædiku, tá hann var innsettur í Kvívík, vísti á, at vit altíð hava ein nýggjan møguleika, at hvør dagur er ein gáva og sum ein gáva eisini ein nýggjur møguleiki.

 

Eg haldi tað er aðalmálið hjá kristindóminum at sáa treysti og ikki mistreysti, og at vit geva menniskjum ein møguleika og siga, at tín egni gerandisdagur, soleiðis sum tú hevur valt at liva hann, hevur týdning.

 

Eiga sjálvir at rísa upp

-Men er tað ikki torført hjá eitt nú teimum ungu og uppvaksandi ættarliðnum at skilja týdningin av, at Jesur reis upp, og hvussu kann man greiða frá hesum soleiðis at tey ungu skilja hetta og taka tað til sín!

 

-Tað er ein rættiliga stór avbjóðing hjá kirkjuni og einum hvørjum presti at fáa tað at sláa ígjøgnum sum vit kalla eina likamliga uppreisn. Tað hava altíð í kirkjusøguni verið ymsar uppfatanir av, hvat uppreisn merkir, um tað merkir ein verulig uppreisn, ella Jesus kanska ongantíð varð deyður, ella tað kanska eru vit, sum skulu rísa upp. Eg plagi at kombinera hesi tingini – at halda fast við Kristi likamligu uppreisn og at vit skulu rísa upp. Tað verður so kallað ein loyndardómur í kristnu trúnni. Men tað er sanniliga eisini týdningarmikið, at vit eisini sjálvi rísa upp. Tað er mín tulking av hesum, og tað verður tað eisini í ár í Dómkirkjuni, nevniliga, at tað, sum er týdningarmikið, er, at vit eisini sjálvi rísa upp, at vit hava eitt abstraktiónsniveau. Sum kristið fólk er tað ótrúliga skjótt, at vit sjálvi kunnu hanga føst í onkrum, sum hevur við okkum sjálvi at gera og tíverri kanska allaroftast, sum hevur okkurt við onkran annan at gera. At man líksum sjálvur rísur upp um tað og megnar at opna dyr fyri sær sjálvum og øðrum.

 

Og Jógvan Fríðrikson heldur fram: -Har haldi eg, at hin kristna trúgvin sum ein uppreisnartrúgv kann prædikka eina gleði inn í einahvørja støðu. Henda gleði er ikki bara ein hugsjón men í roynd og veru, har hon slær ígjøgnum, og tað trúgva vit í lutherisku kirkjuni, er andans gerningur, har skapar hon ein veruleika.

 

Bispur tekur sum dømi frálíku Aftankvirruna í Dómkirkjuni. -Tað eru veruliga fólk, sum eftir eina guðstænastu, t.d. aftankvirruna í Dómkirkjuni, sum er nógv øðrvísi enn annað, eg havi roynt í Føroyum, kenna á sær, at hon gjørdi gott. Gav teimum eitt sjálvsvirði. Tað var hugaligt at síggja og hoyra Tórbjørn Jacobsen, sum vit kenna sum ein politikara og røðara av format, sum í síni andakt í Dómkirkjuni, segði seg vera so takksaman fyri løtuna og ongantíð hevði kent seg so eyðmjúkan. Tað sá man eisini á honum. Her er serliga vert at hava í huganum umhvørvið í kirkjuni, altartalvuna, har Jesus verður lagdur í grøvina og vit síggja tríggjar tómar krossar í setandi vesturskini. Tað er í roynd og veru tann kristni boðskapurin, at tú og eg vera ikki krossfestir, tí ein annar er krossfestur okkara vegna. Tí er uppgávan hjá einum og hvørjum, at vit ikki krossfesta nakran annan.

 

Hvat vil tú siga við føroyingar nú páskini eru í nánd!

 

-Eg vil siga við føroyingar, nú páskini standa fyri framman, at tað ræður um at liva lívið fult út nú, tí framtíðin er ikki verd at bíða eftir. At síggja tað stóra í tí smáa. Eg vil eisini siga við allar føroyingar, at tað er týdningarmikið at leggja merki til, at uttan fyri ein sjálvan er ein heimur. Og at vit hava ábyrgd av tí objektiva heimi, sum liggur uttan fyri okkum sjálvi. Góðar páskir.