– Eg visti, at universitetið í Keypmannahavn hevði eina samstarvsavtalu við Yale um, at ein ella tveir skikkaðir næmingar kundu taka eitt semestur har. Krøvini at sleppa inn á Yale eru gróthørð, og eg helt ikki, at hetta var ein realistiskur dreymur. Men lesnaðurin hevur gingið ómetaliga væl, og eg søkti við viðmælum frá tveimum professarum, sum hava undirvíst mær í Keypmannahavn. Fyrst skuldi universitetið í Keypmannahavn góðkenna meg og síðani Yale, sigur 28 ára gamla Steintóra G. Joensen úr Vági, sum hevur tikið seinastu lestrarhálvuna av teologilesnaði sínum á víðagitna og selektiva Ivy League universitetinum Yale í USA.
– Eg var eitt sindur forskrekt, fyrstu ferð eg var til undirvísing á Yale, tí støðið er ómetaliga høgt. Eg helt ikki, at eg skilti nakað, og tað sum næmingarnir spurdu um virkaði komplekst og teir vóru sera væl upplystir. Eg minti tó meg sjálva á, at tað var ein orsøk til, at eg hevði fingið umsóknina góðkenda og at lærararnir høvdu viðmælt meg. Teir stólaðu upp á, at eg skuldi klára meg har. Tað tók tó ikki meir enn eini tvær vikur, so var eg væl inni í tí, og tað hevur gingið gott, og uppgávurnar hava verið væl frágingnar, sigur hon.
–Eg var tó eisini tikin av bóli av, hvussu nógv tey kendu til Føroyar. Men har upplivdi eg, at tey kendu til grindadráp, Eivør og ymiskt annað. Sjálv ánaði eg lítið og einki um Conneticut, flennir hon.
Les alla samrøðuna við Steintóru G. Joensen í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa til keyps í sølubúðum kring landið, men til ber eisini at keypa hann talgiltan her