Í ár var onki at reypa av

Fáa staðni gera tey so nógv burturúr veðrahaldi sum í Hvalba, men í ár var veðrasýningin eitt vónbrot

Hetta er tíðin, tá ið mesta prátið úti um landið snýr seg slakt. Ymiskt er, hvat fólk halda vera gott slakt, men hjá suðuroyingum er ongin ivi: Tað eru veðrarnir. Fáa staðni verður gjørt so nógv burturúr veðrahaldi sum í Hvalba, sum við sínum 98 merkrum og 13 gyllinum er størsta markatalsbygd í landinum.
Fyri at bøta um slagið fóru hvalbingar fyri nøkrum árum síðani at hava veðrasýningar fyri at skilja teir vakrastu veðrarnar burturúr og í eini roynd at lúka tað vánaliga slagið og seyð við breki, burtur. Teir sýna bæði brundlombini og veðrarnar, ið eru veturgamlir og eldri.
Síðani tá er seyðurin alsamt batnaður, men í ár er eitt stórt afturstig hent, tí teir, sum vóru við í veðrasýningini hesuferð, vóru onki at reypa av.
Eliesar Poulsen, sum í síni tíð tók stig til sýningarnar, sigur, at hesu ferð vóru 41 veðrar við í sýningini.
Veðrarnir eru í tveimum bólkum Teir veturgomlu vóru fyri seg og teir eldru vóru fyri seg. Men tað vóru bara tríggir veðrar í tí seinna bólkinum, tveir tvævetur og ein trævetur.
Men tað eitt vónbrot, at ongin av veðrunum kundi fáa fyrstu virðisløn í ár, tí teir høvdu allir ymisk brek.
? Tað merkiliga var, at veðrar, sum fingu fyrstu virðisløn í fjør, tá ið teir vóru lomb ella veturgamlir, vórðu versnaðir so nógv í útsjónd seinasta árið, at hesuferð fingu teir bara aðru virðisløn, ella vórðu rætt og slætt kolldømdur.
Dómararnir í veðrasýningini vóru aftur í ár teir tríggir Petur Karl av Rana av Tvøroyri, Óli í Hjøllum úr Porkeri og Frits Poulsen úr Sumba og teir hava onga forkláring uppá, hví standurin er so vánaligur í ár og, hvussu tað ber til, at veðrar, sum vóru úrvalsveðrar í fjør, eru blivnir so vánaligir hetta seinastu árið, at teir ikki fingu virðislønina aftur í ár, ella máttu kolldømast. Úrslitið var sum sagt, at ongin av teimum 41 veðrunum fingu fyrstu virðisløn og helvtin fekk aðru virðisløn, einir 12 fingu triðju virðisløn og einir 10 vórðu kolldømdir.
Eliesar Poulsen heldur, at tað tykist sum um veðrarnir yvirhøvur eru slakari í ár til útsjónd í ár, enn teir plaga at vera.
Hjá nógvum veðrum vóru tað serliga beinini sum vóru nógv viknað. Eliesar Poulsen sigur, at ein meting er, at orsøkin er, at teir hava bara gingið á eini trøð, har lendið er so bleytt, at beinini vikna.
? Ein onnur meting er, at seyðaslagið fer aldrin at batna, fyrrenn eisini gimburlombini verða sýnað, tí lombini arva nógv fleiri eginleikar frá ærini enn frá brundinum, so tað nyttar onki bara at sýna brundarnar, sigur Eliesar Poulsen.
Men hann sigur, at tað er eitt so stórt tiltak at sýna gimburlombini eisini, at tað eru ongar ætlanir um tað í fyrstu syftu, men tað hevur stóran týdning at ansa eftir, at velja tey góðu gomburlombini burturúr at seta við.
Seinni verða eisini sýningar í øðrum bygdum í Suðuroynni, men tað er bara í Hvalba, at veðrar, sum eru veturgamlir, og eldri, verða sýnaðir.
Tað er ilt at meta um, hvussu nógvir veðrar eru í bygdini, men ein kanning , sum 9. flokkur í Hvalba gjørdi fyri nøkrum árum síðani, segði, at hvalbingar hava útvið 700 veðrar um árið. Tað er næstan ein uppá fólkið.
Stóran ómak
Tað er ikki fyrrenn eftir kríggið, at veruligt veðrahald fór at taka seg upp her á landi. Fyrst og fremst var tað í Suðuroy, her tað nú er ein høvuðstáttur í seyðahaldinum, men síðani er tað blivið alt meiri vanligt kring alt landið at hava veðrar.
Fyrr vóru veðrarnir at kalla bara havdir til brundseyð, og teir vórðu sjálvdan dripnir fyrrenn teir vóru tvævetur ella trævetur og onkuntíð fýra ára gamlir.
Menn gjørdu sær stóran ómak at fáa góðan seyð til brund, og tað var ikki óvanligt, at fleiri keyptu sær veðr til brund í felag.
Onkuntíð royndu teir eisini at ganga nýggjar leiðir. Einaferð fyrr í farnu øld fingu hovbingar ein kollutan veðr, sum teir vóru øgiliga spentir uppá, tí tann kolluti seyðurin hevði bøllutari krov enn hornaseyðurin.
Men tann royndin miseydnaðist púrasta, tí hornaseyðurin mundi beint fyri honum, tá ið teir stangaðust, og teir máttu taka hann inn fyri at bjarga honum.
Ofta verður sagt, at seyðurin í Suðuroynni er minni enn seyðurin norðanfjørðs og at tað er ein orsøk til, at serliga suðuroyingar fóru at fáa sær veðrar.
Men tað er ikki øll frágreiðingin, tí suðuroyingar hava sanniliga eisini góð lomb, og hóast tey eru minni, er kjøtið gott og tað eru eisini smá lomb norðanfjørðs.
Eliesar Poulsen heldur, at ein orsøk er, at tá ið vanlig húsarhald hildu uppat at hava kúgv, bleiv nógv hoyggj til avlops, og so funnu menn uppá at føða sær lomb inni um veturin.
Tað sigst, at ein kúgv etur ímóti seks inniføddum seyðum, so tað skilst, at tá ið ongar kýr vóru longur, bleiv nógv hoyggj til taks.
Tað er ymiskt, hvat menn leggja dent á, tá ið teir velja út lomb at hava til veðr. Summi seta tey bestu lombini við fyri at fáa so feitar veðrar sum gjørligt.
Men tað mest vanliga er at seta tey vánaligastu lombini við, sum onki slakt hevði verið í kortini. Og tað skerst ikki burtur, at tað eru tey vánaligu lombini, sum taka mest við sær. Tey kunnu lættliga tvífalda ella enntá næstan trífalda vektina til heystið eftir, tá ið tey verða dripin. Uppá seg fæst sostatt mest burturúr við at seta vánalig lomb við.
Eliesar Poulsen sigur, at umframt støddina, ger hann eisini eina heildarmeting av lombinum, hann skal hava til veðr og kannar eftir um kleyvar og horn eru ílagi, tvs, at hann stendur væl á beinunum og at hornini t.d. ikki veksa inn í høvdið. Tá í kleyvar og horn ikki eru ílagi, mistrívist seyðurin og tað er nógv meiri stríð av honum. Tað kann verða neyðugt at saga av hornunum, ella at seta spenni í og hann tekur ikki so væl við sær, sum hann annars eigur.
Ja, ein veðrur, sum vigar um 50 pund, ella gott tað, er eitt gott krov. Men krov valdast. Er seyðurin lítil, kann krovið verða gott, um tað vigar ikki meiri nøkur og fýrati pund.
Trúgv og gomul heimaráð
Men tað slepst ikki uttanum, at hjá summum er kapping komin í tað at hava veðr, og tað eru nú nógvir, sum gera heilt nógv burturúr fyri at fáa teir so stórar sum gjørligt.
?Teir, sum leggja dent á at hava stórar veðrar, seta góð lomb við og føða tey av einslystum. Tey fáa so nógv, báði av hoyggi og av kraftfóðuri, sum tey orka. At fita teir eru eini vísindi heilt fyri seg, og hvør hevur sína uppskrift uppá, hvussu best er at gera við seyðin. Kraftfóðrið verður blandað í heilt ávísum blandingum, og tað eru eisini teir, sum ganga so høgt upp hetta, at tað verður dult sum mansmorð, hvussu teir fóðra seyðin.
Men ein heimildarmaður hevur kortini fortalt okkum so mikið, at skalt tú hava feitar veðrar, skalt tú eisini geva teimum fransbreyð heldur enn rugbreyð.
Annars ganga søgur um at teir allar ivrigastu geva veðrunum putursukur fyri at fáa teir at fitna og nervatablettir fyri at halda teir róligar, so teir ikki skulu renna holdið av sær aftur.
Sjálvur heldur Eliesar Poulsen, at kraftfóður, sum verður givið í skýmingini, tá ið seyðurin er liðugur at eta fyri dagin og leggur seg, hildnast betur enn tað, sum verður givið aðrar tíðir á degnum.
Hann sigur, at skal veðrurin verða feitur, er ikki bara at fóðra hann væl. Tað er eisini neyðugt at gera væl við teir í aðrar mátar eisini.
? Tað er umráðandi at hann stendur turt, og at tað er reint inni. Annars trívist hann ikki. Nú er vanligt at hava krubburnar upp frá gólvinum, tað er turrari, reinari og lættari at reinsa. Men tað er ógvuliga umráðandi, at tað ikki er trekkur eftir gólvinum og upp undir búkin á veðrunum.
Gamalt er fletta veðrar á mikkjalsmessu, sum er 29. September. Men tað skal takast við fyrivarni, tí tað er eisini neyðugt at passa sær løgir og at fletta eftir terranum.
Tó ber heldur ikki til at bíða ov leingi, tí so fara teir at gima, tað er at teir eru klárir at brunda. Tá gongur herviligur roykur at teimum, serliga ímillum hornini. Tað setir eisini í kjøtið, so tað verður herskið og smakkar illa.
Gomul heimaráð eru at stoyta brennivín í veðrin, beint áðrenn hann verður flettur og so bíða eina løtu, til tað er komið runt við blóðinum. Tað skal taka gimasmakkin úr kjøtinum. Aðrir siga, at er veðrurin farin at gima, er bara at bíða til lágætt verður aftur, tí so fer tað av teimum aftur, og so er ongin vandi fyri kjøtinum. Uppaftur aðrir siga, at líður út, er tað betri at taka veðrin upp ímóti fullmánað, tí tá er vandin fyri giming minni.
Tað ber til at bíða við at fletta veðrarnar til hálvan oktober, men so mugu teir takast.
Í ár hevur terrin verið óvanliga vánaligur , tí tað hevur verið ov lýtt, og tí hava flestir bíðað sum longst at taka veðrarnar og teir flestu flettu ikki, fyrrenn seinasta vikuskiftið.
Verðar kunnu verða tungir at tumma, tí skinnið situr so fast. Eliesar Poulsen sigur, at hann hevur hoyrt tey ráð, at hann skal gera skinnið vátt, so skal tað vera lættari at tumma. Men hann hevur ikki roynt tað sjálvur og hann veit onki um, at tað hjálpir. Tað verður sagt, at tað er verri at tumma, tá ið tað er kalt í veðrinum, men tað heldur Eliesar ikki, í hvussu so er ikki tá ið talan er um feitan seyð.
Men tíðir broytast og nú hava fleiri fingið sær talju og spæl at fáa skinnið av við, so nú er tað eitt spæl at "tumma" siga teir.
Hjá Eliesari er tað umráðandi at hann slær høvdið tríggjar ferðir í hálsin, tá ið hann hevur svavt og skorið tað av.
? Teir gomlu trúðu, at hetta gav seyðaeydnu og tað trúgvi eg eisini uppá, sigur hann.
Reinførið er sera umráðandi, bæði fyri at fáa krovið nossligari, men ikki minst fyri at sleppa undan ymsum sjúkum og tí er altíð at hava nóg mikið av vatni og lappar við.
Hinvegin eru tað nógv, sum siga, at tað er ikki lukkuligt, at vatn kemur at kjøtinum.
Fyrr brúktu tey onkuntíð beinini at turka blóð upp við innan úr krovinum, fyri ikki at brúka lappa, men Eliesar heldur ikki, at vatnið ger mun, og nossligari er tað.
Men eitt, sum brýtur frá í Suðuroy afturímóti norðanfjørðs, er sperðilin.
Norðanfyri verður sperðilin fyltur við tálg og etin afturvið røstum fiski .Tað verður at kalla ikki gjørt í Suðuroy.
Tá ið suðuroyingar hava vent sperðilinum, verður hann fyltur við kjøti, sum er skorið í smáar bitar og kanska onkrum tálgarmola inn ímillum. Tað, sum verður fylt í sperðilin, er sum oftast nýruni, lundini, tindin og annars bitar, sum verða skornir burturav ymsastaðni á krovinum at nossla tað. Sperðilin verður síðani hongdur upp at ræsa. Tá ið hann er passaligur, verður hann kókaður við væl av salti í løginum og etin til døgverða. Summi steikja sperðilin feskan og hava brúna sós afturvið.
Virðislønir
Á Veðrasýningini í Hvalba verða fleiri virðislønir lætnar. Virðislønir verða bæði fyri vakrastu veðrarnar og fyri tann tyngsta veðrin.
Tann, sum hevði tyngsta veðrin av øllum, var Kristin Jacobsen, tað var ein tvævetur gamal veðrur, sum vigaði 117 kilo. Hin sami veðrurin vigaði 102 kilo í fjør, tá ið hann var tann tyngsti, veturgamli veðrurin á sýningini.
Niels Jacob Thomsen átti átti tyngsta veturgamla veðrin, hann vigaði 96 kilo.
Vakrasta tvævetur veðrin átti Eliesar Poulsen sjálvur. Tað var ein veðrur, sum vigaði 95 kilo, hann var 89 sentimetrar høgur, 104 sentimetrar um bringuna og 20 um mjóryggin. Næstbesti tvævetur gamli veðrin var áðurnevndi veðrur hjá Kristini Jacobsen, sum vigaði 117 kilo. Hann var 96 sentimetrar høgur, 112 sentimetrar um bringuna og 22 um mjóryggin. Nummar trý av teimum eldru veðrunum, var ein hjá Honnu Villumsen. Hann var trý ára gamal og vigaði 92 kilo, hann var 86 sentimetrar høgur og 104 um bróstið og 20 sentimetrar um mjóryggin.
Vakrasta veturgamla veðrin átti Hartvig Hammer, hann vigaði 88 kilo, hann var 83 sentimetrar høgur, hann var 100 um bróstið og 19 um mjóryggin. Nummar tvey átti Allan Sveinbjørnsson, tann veðrurin vigaði 86 kilo, hann var 86 høgur, 102 um bringuna og 19 sentimetrar um mjóryggin. Nummar trý var ein hjá Jens Paula Berg, hann vigaði 80 kilo, hann var 81 sentimetrar høgur, 98 um bringuna og 19 sentimetrar um mjóryggin.
Betri enn væntað
Annars hevur slaktið í ár hilnast betur enn væntað. Hvalbingar hava dripið og teir veturgamli viga 58-59 miðal og tað eru teir væl foreintur við.
Hvørt ár er ein ávís kapping um feitasta veðrin og uttan ivað hevur tað ikki linkað kappingarhugin, at Restorff hevur lovað nakrar ølkassar til tann, sum fær tann feitasta veðrin. Feitasti veðrur, vit hava hoyrt um í skrivandi løtu, sum var mánadagin, var tann hjá Tom Willy Magnussen í Vági, sum gjørdust landskendur í Degi og Viku seinasta fríggjakvøld. Hann vigaði 113 pund og tað var eitt sindur minni enn væntað, tí menn høvdu skotið uppá, at hann fór at viga í hvussu so er oman fyri 120 pund, men so ymiskt er, hvussu teir roynast.
Í Porkeri eru veðrarnir í flokki fyri seg. Teir høvdu nógvar veðrar eftir at drepa, mánakvøldið, tá ið evstamark var til at fáa hesar reglurnar lidnar til Sosialin, men treyðugt so, onkur góður var upp í millum, og teir høvdu havt nakrar tvæ- og trævetrar, sum vigaði beint yvir 100 pund. Og so hevur ein porkenningur eisini dripið ein gimbraseyð, sum vigaði snøgt 100 pund og tað munnu ikki vera nógvar av slíkum kalibur.