Grækarismessa er í ovurmorgin, fríggjadagin 12. mars, og tað er gamalt, at hetta dagurin, tá ið tjaldrið kemur aftur til Føroya við boðum um ljósari tíðir.
Í Havn plagar grækarismessuhald at vera á Vaglinum í Havn, men í fjør legði korona fótonglar í vegin fyri tí tiltakinum, eins og so nógvum øðrum.
Men Tórshavnar Býráð sigur, at í ár fer korona ikki at ávirka tiltakið, og sostatt verður grækarismessuhald í Havn í ár, og tað verður seinnapartin sunnudagin.
Tað er Skótafylki Sigmunds Brestirssonar, sum skipar fyri grækarismessuhaldinum, og hóast korona ikki ávirkar tiltakið sum heild, minnir býráðið kortini á tilmælini um reinføri og frástøðu, og tey heita eisini á øll um at vísa neyðug fyrilit.
Skrúðgongan byrjar klokkan 15 undir Bryggjubakka, tá ið skótar, úlvar, og títtlingar fara til gongu. Gingið verður niðan um Finsen eftir Tróndargøtu og síðani oman á Vaglið eftir Niels Finsens gøtu. Á vaglinum fer hornorkestrið at spæla nøkur løg, og í ár er tað ein fyrrverandi løgmaður, sum heldur grækarismessurøðuna, og tað er Jóannes Eidesgaard, sum hevur verið í politikki í nógv ár, bæði sum løgtingsmaður, landsstýrismaður, fólkatingsmaður og løgmaður.