Sirið Stenberg, Tjóðveldi
----
Blind høna finnur eisini korn, bleiv sagt undir viðgerðini av kørmunum. Hetta var meint sum eitt skot til andstøðuna, sum hevði so trupult við at finna nakað gott at vísa á. Ikki tí, haldi nú vit vístu á tey fáa ljóðspunktini sum vóru. Nólsoyarferjan er eitt gott dømi, sum vit øll eiga at fegnast um.
Men nú roynir henda blinda hønan so at finna korn, men eg má viðganga at kornini á samferðsluøkinum eru fá, og metta lítið, serliga í mun til samferðsluna í útjaðarinum. Bara tað nú ikki verður so langt ímillum kornini at hungurin tekur yvir.
At skerja siglingina hjá Smyrli og Teistanum eigur als ikki at koma uppá tal. Heldur átti tænastan at verði økt til at fevnt um allar dagar av árinum. Hvar hoyrir tað heima at ongin sigling er ávísar halgidagar. Um páskirnar hava 2 dagar verið við ongari sigling hjá Strandferðsluni yvirhøvur. Álvara tos, vit skrivað 2012. Okkurt hevði verið at hoyrt um vegir og tunlar stongdu somu dagar.
Viðvíkjandi undirsjóðartunnlum raðfestir man nú, at Skálafjarðartunnilin skal gerast fyrst, og í privatum regi, væl vitandi at hetta flytir Sandoyartunnilin lang fram í tíðina. Fyri stuttari tíð síðan fingu løgtingslimir frágreiðing frá Landsverk, sum vísti á, at um undirsjóðartunnlarnir blivu lagdir í eitt felag og øll framhaldandi betaltu knapt 70 krónur, so kundi hetta vera við at fíggja allar undirsjóðartunnlarnar. Men tað er tað ikki politiskur vilji til í samgonguni. Her velur man at síggja burtur frá tí loysini, sum kundi komið okkum øllum til góðar, til fyrimuns fyri at fólk í ávísum økjum skulu koyra frítt. Úrsliti verður at sandoyingar mugu bíða meðan tey sum hava ein veg frammanundan, fáa ein veg afturat.
Hvalbiartunnilin er øllum kunnugt als ikki tíðarhóskandi, og verður mettur sum ein deyðsfella av teimum sum dagliga brúka hann.Men hann skal eisini bíða. Spyrji bara til nær ?? Til ólukkan er hend, ella hvat ?? Vitandi um tann stóra vanda hetta er fyri fólk kann hetta als ikki góðtakast.
Vinnilívið í Havlba er ríkt. Vinnan virkar undir truplum kørmum, og tunnilin er ein stór forðing. Tá ið tosað verður um at skapa karmar fyri góðum vinnulívi, tá er nyggjur tunnil til Hvalbiar ein avgjørd treyt. Í kørmunum stendur at Hvalbiartunnil skal raðfestast í 2018-2021. So er spurningurin hvat vinnulív er eftir tá, og um farleiðin hevur kravt mannalív áðrenn ?
Og soleiðis kann eg halda áfram. Frá 2015 til 2024 skal Sandoyartunnil raðfestast. Og soleiðis liggja ætlaðu íløgurnar í útjaðarinum so nógv ár frammi í tíðini, at øll áttu at vita hvat klokkan hevur sligið. Her verður onki ! Tað sum verður raðfest er Skálafjarðartunnil og tunnil til Viðareiðis. Ikki tí, tað er teimum væl unt, men er tað nú har tørvurin er størstur ??
So hønan í útjaðarinum, ja hon hungrar