Árabátadagur á Tvøroyri

Viðrar, skipar bátafelagið Naddoddur fyri einum árabátadegi á Tvøroyri leygardagin.

Tey í felagnum Naddoddi siga, felagið Naddoddur ætlar at savna so nógvar árabátar av Tvøroyri sum gjørligt á fjørðinum

Tey vita um fleiri enn 30 árabátar á Tvøroyri, sum standa í ymsum neystum, og hesir hava fingið at vita um tiltakið.

Men eru aðrir árabátar, sum felagið ikki veit um, eru teir sjálvandi eisini vælkomnir at vera við.

Hetta verður ein dagur, har tey bæði fara at hugsa um hugna og góða samveru. Og umframt bátsmanningarnar, eru øll vælkomin at vera við.

Á Árabátadegnum verður høvi til at síggja ein av fáu bátaverkstøðunum, sum eftir eru og tað er verkstaðið hjá Johan og hann hevur eisini ein árabát í ger.

Klokkan 14 møtast bátarnir í Punthavnini og haðani rógva og sigla við seglum inn eftir Trongisvágsfjørði við Naddoddi fremst og inni við Neystið hjá Naddoddi, bjóðar Viberg Sørensen vælkomin.

Har fer Dia Poulsen á Nesi í Vági eisini at siga frá um útróður við árabáti og

Erland Viberg Joensen frá Føroya Fornminnisfelag fer at siga frá um

føroyskt bátasmíð og um, hvønn týdning, tað hevur havt.

Somuleiðis fer Viberg Sørensen at siga frá um sigling og upplivingar við

stuttleikabáti í útlondum.

Ímillum frásagnirnar verður sangur og harmonikutónleikur.

Verður veðrið ikki til vildar at fara á fjørðin, verður tiltakið kortini í neystinum klokkan 15.

myndina av Naddoddi tók Bjarni Nygaard.