Rabarbu-øl til ólavsøku

Føroya Bjór kemur nú við einum nýggjum øli gjørt av malti og nógvum føroyskum rabarbum

Nýggja ølið hjá Føroya Bjór er frískt og summarsligt. Tað hevur ein lættan smakk og er reyðlitt. Ølið er bryggjað við malti og nógvum føroyskum rabarbum.

Annika Waag, stjóri á Føroya Bjór sigur, at hon ansaði væl eftir, at ølið ikki skuldi smakka ov nógv av rabarbum.

- Tey, sum hava roynt ølið, halda tað smakka væl. Onkur heldur, at ølið er eitt sindur damuligt, sigur Annika Waag.

Rabarbuølið hevur fingið navnið Ydun, sum er navnið a norrønu gudinnuni og ímyndar ævigan ungdóm.

Føroya Bjór hevur leingi ætlað at gjørt eitt øl við navninum Ydun. Ydun var navnið á føroyska bryggjarínum í sínari tíð, og sum Føroya Bjór hevði tætt tilknýti til. Har vóru eisini familjubond.

Ydun hevur somu styrki sum Veðrur.