Ráðaloysi tykist valda um laksalús

Faroe Farming fer í næstu útsetu at seta 200.000 færri fiskar út á Lopransfjørð og Vágsfjørð.

- Tað virkar ikki, sum avvarðandi myndugleikar vita - ella hava tikið støðu til - hvat skal henda.

Faroe Farming fer í næstu útsetu at seta 200.000 færri fiskar út á Loprans- og Vágsfirði, enn tað hava verið í ringunum seinastu útsetuna.

Seinasti ringurin er sleipaður inn til tøkustøðina í Lopra og verður tómur einaferð í næstu viku.

Við heimasíðuna hjá Fiskaaling sigur Egil Steintórsson, leiðari hjá Faroe Farming, at hin 1. mai verður væntandi klárt at seta fisk útaftur.

- Vit hava bílagt smolt, og vit skulu gjalda nú. Men, vit vita í grundini ikki, hvussu nógv vit sleppa at seta út, sigur leiðarin.

Egil Steintórsson vísir á, at stóri trupulleikin hjá alivinnuni seinnu tíðina hevur verið laksalús, og tað tykist, sum eitt ávíst ráðaloysi valdar á økinum.

- Tað virkar ikki, sum avvarðandi myndugleikar vita, ella hava tikið støðu til, hvat skal henda. Tí hava vit av okkara eintingum gjørt av at lækka talið á fiski, sum fer í ringarnar, tá vit seta útaftur.

Í útsetingini, sum nú er um at vera tikin, vóru 1.200.000 fiskar. Men, Faroe Farming fer bara at seta 1.000.000 fiskar út næstu ferð.

Lúsin er ein trupulleiki, sum er staðfestur. Men, hvussu hon skal basast, tykist verri at finna útav.

- Nú fara vit so at royna, um hetta kann vera ein ávegis hjálp at loysa trupulleikan, sigur Egil Steintórsson við heimasíðuna hjá Fiskaaling.