Radaramálið: Formaðurin hevði ikki gjørt sum Vestergaard og Mikkelsen

Hevði Christian Andreasen sitið í Uttanlandsnevndini, hevði hann ikki gjørt tað sama, sum sínir flokslimir Jacob Vestergaard og Jákup Mikkelsen, tá ráðførsla var um radaramálið. Kortini er eingin kreppa í hvørki samgonguni ella Fólkaflokkinum, sambært formanninum í Fólkaflokkinum

“Fólkaflokkurin tekur undir við radaranum”.

 

Hesum hevur Fólkaflokkurin fleiri ferðir vissað fyri í kjakinum um radaran.

 

Men kortini mælti Fólkaflokkurin í Uttanlandsnevndini landsstýrismanninum frá at skriva undir avtaluna við donsku stjórnina um at seta ein radara upp á Sornfelli.

 

Fólkaflokslimirnir í Uttanlandsnevndini, Jacob Vestergaard og Jákup Mikkelsen, settu nevniliga nakrar treytir fyri at siga ja til radaran, til dømis betri marknaðaratgongd til ES - nakað, sum Vestergaard serliga ofta hevur argumenterað fyri ofta. Sostatt vóru tað í Uttanlandsnevndini fýra atkvøður fyri og tríggjar ímóti fyriliggjandi avtalu:

 

Limirnir úr Sambandsflokkinum, Miðflokkinum og Javnaðarflokkinum vóru fyri, meðan limirnir úr Tjóðveldi og Fólkaflokkurin vóru ímóti.

 

Hvussu kann Fólkaflokkurin siga seg vera fyri radaranum, men samstundis mæla frá at skriva undir avtaluna? Tað hava vit spurt Christian Andreasen, formann í Fólkaflokkinum um.

 

– Vit eru fyri radaranum. Men tá man er í einari samráðingarstøðu við ein annan part, sum ynskir nakað frá tær, so er tað einki forgjørt í at brúka hesa støðuna til at fáa okkurt ítøkiligt burturúr. Sum til dømis betri marknaðaratgongd til ES og limaskap í WTO, sigur Christian Andreasen.

 

Men um danir so siga greitt: “Føroyar fáa einki ítøkiligt afturfyri” - hvør hevði støðan hjá Fólkaflokkinum so verið?

 

– Um teir høvdu gjørt tað greitt, so høvdu vit sagt ja.

 

Men er tað ikki illoyalt móti samgonguni, at umboðini hjá Fólkaflokkinum í Uttanlandsnevndini ikki mæla til at undirskriva eina avtalu, sum landsstýrið hevur arbeitt fyri í fleiri mánaðir?

 

– Nei, vit hava sagt frá byrjan av at vit taka undir við at seta ein radara upp. Tað er eingin kreppa í hvørki samgonguni ella Fólkaflokkinum. Men eg vænti, at ein landsstýrismaður sjálvandi altíð helst vil hava ein meiriluta at stuðla sær.

 

– Ikki gjørligt at seta treytir

 

Vildi tú sum formaður í Fólkaflokkinum heldur ynskt, at landsstýrismaðurin hevði bíðað, inntil hesi tingini, sum Vestergaard tosar fyri, eru komin uppá pláss?

 

– Nei, ikki neyðturviliga. Eg havi ongan trupulleika av at undirskriva, sjálvt um vit einki fáa afturfyri. Tað er fyri mítt viðkomandi ikki ein treyt, at vit fáa nakað ítøkiligt aftur fyri her og nú.

 

Kortini mæltu tínir limir í Uttanlandsnevndini frá at skriva undir, tí treytin um at fáa nakað aftur fyri ikki bleiv uppfylt. Hvussu hongur tað saman?

 

– Um man hevði bíðað við at undirskrivað fyri líka at kanna hesar samráðingarmøguleikarnar og fann útav, at tað ikki ber til at fáa nakað aftur fyri, so hevði man kunnað tikið tað harfrá. Men landsstýrismaðurin hevur ikki valt at bíða, men valdi í staðin at skriva undir beinanvegin, sigur Christian Andreasen.

 

Ert tú so glaður fyri, at avtalan bleiv undirskrivað í farnu viku?

 

– Jú, eg eri stak væl nøgdur um, at málið er loyst.

 

Hevði tú sitið í Uttanlandsnevndini, hevði tú so mælt frá ella til at skriva undir?

 

– Mín persónligi holdningur er, at tað ikki er gjørligt at seta ítøkiligar treytir í slíkum samráðingum. Tí hevði eg ikki sagt við landsstýrismannin, at man absolutt skal fáa okkurt ítøkiligt afturfyri. Eg hevði heldur sagt, at í ljósinum av tí positiva samstarvinum, skal man samráðast víðari fyri at finna loysnir, sum kunnu vera til gagn fyri tí, sum vit vilja. Av tí at vit í hesum máli vísa politiskan vilja móti Danmark, forvænta vit tilsvarandi frá danskari síðu. Soleiðis er í góðum samstarvi millum partar.

 

Ert tú so skuffaður av tínum limum í Uttanlandsnevndini, at teir settu hesar treytirnar og ikki mæltu til at skriva undir?

 

– Nei, teir hava loyvi til at hava sína meining og at gera tað, sum teir halda vera best fyri Føroyar. Eg hevði bara gjørt tað øðrvísi, sigur Christian Andreasen.

 

Men so er Fólkaflokkurin væl innanhýsis ósamdur um hetta - ikki so?

 

– Innanhýsis eru vit nokk ósamd um nakrar nuancir. Men grundleggjandi eru vit ikki ósamd, tí vit vilja fegin hava ein radara. Eg skilji væl tað, sum teir siga, og tað er ringt at vera ímóti tí, men spurningurin er bara, hvussu man ger tað.

 

– Eg trúgvi eisini, at tey ráðini, sum okkara limir góvu landsstýrismanninum, hevur viðført, at vit hava fingið hesi tingini á dagsskrána. Eg eri tí sannførdur um, at støðan hjá okkara limum í uttanlandsnevndini kemur Føroyum til gagns seinni, sigur Christian Andreasen og sipar til eitt nú betri marknaðaratgongd til ES og limaskap í WTO.

 

LES EISINI: Radarin í Fólkaflokkinum fær ongar fylgjur fyri samgongustevið

 

LES EISINI: Smalur meiriluti fyri radaranum: Hetta meina limirnir í Uttanlandsnevndini