info
Ongi úrslit

Radaramálið: Trý svar frá uttanlandsnevndini

Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, hevur fingið trý ymisk svar frá uttanlandsnevnini hjá Løgtinginum

Eirikur Lindenskov
14. februar 2022 kl. 11:41

Hósdagin var fundur í uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum, og eftir tann fundin hevur nevndin orðað svarið, sum landsstýrismaðurin fær eftir ráðførslu við uttanlandsnevndina.
Sum in.fo skilir, so er talan um trý ymisk svar. Eitt frá samgonguflokkunum, sum eru Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin. Eitt frá Tjóðveldi, og eitt frá Javnaðarflokkinum.
Samgongan hevur fimm umboð í uttanlandsnevndini:
• Bill Justinussen úr Miðflokkinum, formaðjur
• Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin
• Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin
• Jaspur Langgaard, Sambandsflokkurin
• Frimodt Rasmussen, Sambandsflokkurin.
Andstøðuumboðini í uttanlandsnevndini eru formenninir í teimum stóru andstøðuflokkunum:
• Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin
• Høgni Hoydal, Tjóðveldi.
Eingin fæst at siga nakað um innihaldið í svarinum frá uttanlandsnevndini, tí nevndarlimirnir hava tagnarskyldu.

Myndin er ikki tøk

Men tá býtið er soleiðis, at samgongan er samd, og at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava hvør sítt svar, so er lætt at gita, at samgongan sigur nøkulunda tað, sum landsstýrismaðurin vil hava: At vit loyva dønum at seta ein radara upp í Føroyum til NATO at brúka, uttan at nakrar treytir verða settar um handilsavtalu ella marknaðaratgongd til ES-marknaðin.
Javnaðarflokkurin er helst samdur við samgonguni um svarið, men vil uttan iva hava, at málið á onkran hátt skal leggjast fyri Løgtingið til støðutakan, áðrenn svarið verður latið donsku stjórnini.
Tjóðveldi hevur helst svarað, at um radari skal setast upp, so skulu tað vera føroyingar sjálvir, sum seta radaran upp og gera av, hvør kann nýta hann. 
Tað eru annars sjónarmið, sum Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum hevur ført fram. Hann hevur jú sagt alment, at »hann kundi ikki skitið meira á«, um tað var Nato ella russar, sum høvdu radara í Føroyum. Tað er ikki júst sjónarmið, sum sampakka við politikkin hjá Fólkaflokkinum, og eftir øllum at døma hevur Jacob Vestergaard ikki ført síni hvøssu og kontroversiellu sjónarmið fram í svarinum frá uttanlandsnevndini til landsstýrismannin í uttanríkismálum.
Og helst eru tey í Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum samd um, at málið á onkran hátt skal leggjast fyri Løgtingið til støðutakan.
So alt bendir á, at svarið frá landsstýrinum til donsku stjórnina verður, at tey uttan treytir kunnu seta ein radara upp í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

Í gjár kl. 22:59

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

Í gjár kl. 08:07

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Nations League: Dómarin dømdi Føroyar-Spania á Tórsvølli í 2019

16 minuttir síðan
Fótbóltur

Føroyar deila eitt javnleiks-met við tvey onnur landslið

6 tímar síðan
Tíðindi

Partrolarapørini eru øll til fiskiskap

7 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Danmark smurdi Portugal av

7 tímar síðan
Tíðindi

Demokratur vinnur guvernørvalið í Alaska

8 tímar síðan
Fótbóltur

B68 hevur sett nýggjan venjara

9 tímar síðan
Tíðindi

Sjey frystilínuskip fiska í føroyskum sjógvi

9 tímar síðan
Fótbóltur

Her er nýggi venj­ar­in hjá besta mans­lið­num hjá B36

9 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Neistin tapti seinna dystin móti Zug við 22 málum

10 tímar síðan
Hondbóltur

Óli og Jóhan vóru toppskjúttar -Teis vann á Magnusi

10 tímar síðan
Tíðindi

Beinir Johannesen: Vit hækka ikki skattir og gjøld hetta valskeiðið

10 tímar síðan
Tíðindi

Forkunnugar vitjanir í Betesda sunnudagin

10 tímar síðan