Ráðharri ger greitt: Danmark er ímóti russiskari OL-luttøku

Ráðharrin skilir ikki, hví IOC nú tosar fyri at lata russisk ítróttarfólk luttaka í OL undir uttanveltaðum flaggi. Hann sigur tað vera »óskiljandi«

 

Jakob Engel-Schmidt, mentamálaráðharri í Danmark, ger nú greitt, at almenna støðan hjá Danmark er, at russisk ítróttarfólk ikki skulu luttaka í OL í 2024 undir uttanveltaðum flaggi.

Tað sigur hann við Ritzau.

Boðini koma í kjalarvørrinu av, at altjóða olympiska nevndin, IOC, hevur latið upp fyri møguleikanum, at russisk og hvítarussisk ítróttarfólk kunnu luttaka undir uttanveltaðum flaggi.

– Tað er almenna støðan hjá Danmark – og tað er mín støða sum ráðharri – at vit ikki mugu skinkla í mun til Russland. Linjan hjá stórnini er greið. Russland skal útilokast frá øllum altjóða ítrótti, so leingi álop teirra á Ukraina halda fram, sigur Jakob Engel-Schmidt.

– Tað snýr seg eisini um russisk ítróttarfólk, sum luttaka undir uttanveltaðum flaggi. Tað er púra óskiljandi, at ivi er um ta linjuni í IOC. Og tað hevur annars verið danska støðan, síðani Russland leyp á Ukraina.

Í morgun heittu tey trý baltisku londini og Pólland á IOC um at sleppa tonkunum um, at russisk og hvítarussisk ítróttarfólk vera við til OL.

Ein áheitan, sum Danmark eisini fekk í dag.

– Eg haldi tað vera púra sannlíkt, at vit taka undir við hasi áheitanini, sigur mentamálaráðharrin.

/ritzau/

 

##med2##

##med3##