Benny Gantz, sum er partur av savningarstjórnini hjá Netanyahu í Ísrael Mynd: Jalaa Marey/AFP/Ritzau Scanpix

Ráðharri mælir til nýval í Ísrael

Benny Gantz, sum er ráðharri uttan ráðharrastovu í savningarstjórnini í Ísrael, mælir til, at val verður skrivað út til at verða í september.

Benny Gantz, sum er partur av savningarstjórnini hjá Netanyahu í Ísrael Mynd: Jalaa Marey/AFP/Ritzau Scanpix

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

– Vit mugu semjast um eina dagfesting fyri einum vali í september, sigur hann.

– At leggja dagin fastan gevur okkum møguleika fyri at halda fram við verjuátaki okkara samstundis við, at vit vísa borgarunum í Ísral, at vit skjótt vilja endurnýggja álit teirra á okkum.

 

Benny Gantz, sum er partur av savningarstjórnini hjá Netanyahu í Ísrael Mynd: Jalaa Marey/AFP/Ritzau Scanpix