Hósdagin, fríggjadagin og leygardagin fara nakrir og tjúgu føroyskir bólkar at kappast um at vinna føroyska plássið í finaluni í The Global Battle Of The Bands. Í finaluni fer ein føroyskur bólkar at kappast við 25 aðrar bólkar úr líka nógvum londum. Á heimasíðuni hjá kappingini er eitt netradio, sum spælir tónleik hjá bólkum, sum taka lut í kappingini, her ber eisini til at hoyra føroysku bólkarnar.
Bólkar, sum hava teknað luttøku, fáa eitt log-in til GBOB heimasíðuna og kunnu sjálvir uppløða tónleik, myndir og annað. Ein møguleiki, sum hetta gevur, er at tú kanst lurta eftir luttakandi bólkunum á netradiostøðini á heimasíðuni. Her kanst tú kunna teg við bólkar úr øllum luttakandi londunum - ein rás er fyri hvørt landið. Trýst á rullugardinurnar og vel tað landið, sum tú vilt hoyra tónleik úr.
Her ber millum annað til at hoyra ekstremrokkararnir úr Synarchy og Sic, MTV punkin hjá The Dreams ella Føroya glaðasta bólk Lama Sea. Stutt sagt, er talan um eina internetútvarpsrás, sum bert spælir føroyskan tónleik.
Tú finnur netradiospælaran á www.gbob.com/x-radio.asp