Radmila Rajic byrjaði útbúgving sína sum operasangari heima í Bosnia, Sarajevo, men mátti flýggja, tá ófriður tók seg upp. Av tilvild var tað Danmarkar, hon kom til í 1992. Hon hevði tá tikið 3 ár av útbúgving síni, men mátti byrja av nýggjum á Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. Har varð hon liðug í maj í ár og ferðast nú í Føroyum og heldur konsertir.
Kennir føroyska list
Radmila sigur, at hon altíð hevur havt hug at vitja Føroyar. Hon hoyrdi um Føroyar í landalærutímunum og tá hon so tilvildarliga kom til Danmarkar, og Føroyar eru partur Danmark, so lá væl fyri og freistingin at vitja hendaveg kundi gerast veruleiki.
Henni dámar væl í Føroyum og hon heldur, at vit hava eitt vakurt land.
Frá vinfólkum hevur hon fingið ymiskt at vita um t.d. føroyska list. Hon kennir til málaran S.J. Mikines og hevur sæð listaverk hjá Trónda Patursson í Keypmannahavn. Eisini hevur hon, beint áðrenn hon kom til Føroya, lisið Glataðu Spælimenninar eftir William Heinesen.
Í kvøld, 20/7, syngur Radmila Rajic í Býráðssalinum í Runavík klokkan 20:30. Hóskvøldið, 22/7, syngur hon í Norðurlandahúsinum klokkan 19:30. Opera ariur, týskir lieder og skandinaviskir tónsmiðir eru á skránni, tá Radmila Rajic fer á pallin í kvøld og hóskvøldið.