Ráðstevna í Føroyum um kynsligan harðskap

Tað er Kvinnuhúsið, sum er vertur fyri norðurlendskari ráðstevnu

Nú um vikuskiftið verður ein stór ráðstevna í Føroyum um kynsligan ágang. Tað er Kvinnuhúsið, sum er vertur fyri ráðstevnuna, sum eitur Nordiske Kvinder Mod Vold, og hon byrjar í morgin, fríggjadagin, og endar aftur sunnudagin. Nordiske Kvinder mod Vold, NKMV, er er ein óheftur felagsskapur ið umboða kvinnukreppumiðstøðir í Norðanlondunum og evnið á ráðstevnuni í ár er kynsligur harðskapur

 

Felagsskapurin hevur 29 ár á baki, og á hvørjum ári skiftast norðanlondini at skipa fyri eini NKMV ráðstevnu. Tey, sum eru við á ráðstevnuni, eru í høvuðsheitum starvsfólk á kreppumiðstøðum úr bæði Noregi, Íslandi, Svøríki, Finnlandi, Grønlandi, Danmark og Føroyum. harumframt eru fakfólk og stovnar, ið fáast við kvinnur og børn, ið hava verið fyri harðskapi, við á ráðstevnuni. Tilsamans eru 250 fólk við á ráðstevnuni í Føroyum, ið snýr seg um neyðtøku, kynsligan tvingsil, porno, kynsligan ágang, tráfylging og misnýtslu.

 

– Alsamt fleiri ungar kvinnur venda sær til kvinnuhúsið, tí tað verður farið um mark hjá teimum, tá tær eru saman við makanum. At senda og fáa nakinmyndir av øðrum, uttan at tey hava góðtikið tað, er eisini kynsligur harðsskapur, sigur Kvinnuhúsið.

 

Tað verður Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í javnstøðumálum, sum setir ráðstevnuna klokkan fýra seinnapartin í morgin, og síðani verður hildið fram eina løtu afturat, men so verður ráðstevnan tikin upp aftur leygardagin, og heldur fram sunnudagin.