Føroyski marknaðurin, sum er ein lítil marknaður, er eyðkendur við, at á fleiri økjum er eingin virkin kapping. Hetta kemur ikki ávart á, tí hetta eru vanlig eyðkenni fyri smáar marknaðir.
Vinnumálaráðið hevur sett sær fyri lýsa støðuna á føroyska kappingarmarknaðinum við tí fyri eyga at styrkja um virknu kappingina.
Hósdagin 4. desember skipar Kappingareftirlitið tí fyri ráðstevnu um kapping á smáum marknaðum. Ráðstevnan, sum verður í Norðurlandahúsinum, er almenn og er ætlað øllum, ið hava áhuga fyri - ella arbeiða á - lítla føroyska marknaðinum.
- Á ráðstevnuni verða lýstar tær serligu avbjóðingar, sum eru fyri at røkka virknari kapping á einum lítlum marknaði. Vanlig eyðkenni fyri smáar marknaðir sum okkara, er stór miðsavning, nattúrligar monopolstøður og ofta høgir prísir.
Ráðstevnan tekur støði í trimum evnum, ið á hvør sín hátt snúgva seg um virkna kapping.
Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur, fer at lýsa búskaparliga ástøðið sum hevur at gera við regulering av vinnuligum marknaðum, eitt nú ástøðið um fulkomna kapping, monopol og duopol.
Karin Lunning frá svenska kappingareftirlitinum fer at lýsa tær royndir, sum eru í Svøríki, har almennir aktørar virka á kappingarmarknaðum.
Pál Gunnar Pálsson frá íslendska kappingareftirlitinum fer at halda fyrilestur um íslendsku royndirnar við virknum kappingarpolitikki.
- Allir tríggir fyrilestrar vera knýttir at støðuni á føroyska marknaðinum. Hetta verður gjørt við pallborðskjaki millum føroyingar, sum hava fjølbroyttar royndir á umrøddu økjum, sigur Kappingareftirlitið.
Tað er Terje Sigurðsson, deildarleiðara á Kappingareftirlitinum, sum veit meira um hesa ráðstevnu at siga.