Hesi næstu 40 árini fer fólkatalið í Føroyum at minka eini 3.000 fólk.
Tað vísir ein nýggj framrokning, Hagstovan hevur gjørt.
Hetta er ein framrokning, ið byggir á gongdina í fólkatalinum frá 1985 til 2011 við burðartølum, deyðstølum og flyting til og úr Føroyum.
Hagstovan staðfestir, at bæði kvinnur og menn kunnu væntast at fara at liva longri hesi næstu árini.
Í 2051 verður mett, at miðal livialdurin hjá nýføddum verður 88 ár hjá kvinnum og 84,1 ár hjá monnum.
Hagstovan sigur, at torførasta talið at meta um, er nettoflytingin, og júst nettoflytingin hevur sera stóra ávirkan á fólkatalið.
Framrokningin vísir, at nettoflytingin úr Føroyum verður eini 200 fólk um árið og tað er høvuðsorsøkin til minkandi fólkatalið.
Býta vit tey, sum búgva í Føroyum, í tveir bólkar, tey sum eru yngri enn 40 ár, og tey, sum eru 40 ár og eldri, sæst, at í 2015 eru hesir bólkar eins stórir, og at næstu 20 árini veksur tann eldri bólkurin støðugt, samanborið við tey yngru.
Í 1985 var tann yngri bólkurin væl størri, tí tá vóru 30.000 fólk frá 0 til 39 ár, og 16.000 fólk vóru 40 ár og eldri.
Undir kreppuni fyrst í nítiárunum fall talið á teimum í tí yngra bólkinum, ógvusligt, tí tey flestu, sum fluttu av landinum, vóru í ungum árum.
Tá ið ein partur flutti aftur til landið, bøtti tað nakað um støðuna í nøkur ár.
Men síðani eru tey yngru støðugt fækkað og tey eldru blivin fleiri, so hesir bólkar nærkast hvørjum øðrum, og næsta ár verða teir væntandi eins stórir, sigur Hagstovan.
|