Ræðisrætturin skal liggja hjá kvinnuni

Føroyska fosturtøkulógin frá 1956 er ótíðarhóskandi og skapar ótryggar og óvirðiligar karmar fyri kvinnur, ið ynskja fosturtøku í Føroyum.

(Arkivfoto). - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Sum samfelag hava vit skyldu til at tryggja kvinnum møguleika fyri at velja fosturtøku á einum tryggum og upplýstum grundarlagi.

 

Føroyska fosturtøkulógin er millum tær strangastu í Evropa, og er hon smíðað í eini tíð, tá ræðisrætturin hjá kvinnuni í samfelagnum var munandi øðrvísi, enn hann er í dag.

 

Í sambandi við at fosturtøkulógin verður endurskoðað, mælir Javnstøðunevndin til, at kvinnan, innan fyri eitt rímiligt og virðiligt mark, hevur ræðisrættin til at velja fosturtøku.

 

 

 

Javnstøðunevndin

 

(Arkivfoto). - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix