Ræðumyndin um ALS helt ikki

Tað detta nógv færri fólk úr ALS enn døpru spádómarnir søgdu fyri einum ári síðani

Tað detta nógv færri fólk úr ALS, tí at tey hava brúkt allar dagarnar, enn metingarnar søgdu fyri einum ári síðani.
Tað kann staðfestast, nú ALS hevur gjørt upp, hvussu nógv fólk eru dottin úr skipanini av tí at tey hava brúkt allar dagarnar í skipanini og sostatt ikki longur hava rætt til arbeiðsloysisstuðul.

 

Fyri einum ári síðani roknaði ALS seg fram til, at tá ið árið 2012 var komið at enda, vóru 178 fólk dottin úr ALS hetta árið av tí at tey høvdu brúkt allar dagarnar.

 

Men í fjør søgdu tær døpru metingarnar eisini, at árið í ár fór at verða eitt rættiligt skrædl við tað, at heili 429 fólk fóru at detta úr skipanini í ár tí at tey høvdu brúkt allar dagarnar og sostatt ikki longur høvdu rætt til arbeiðsloysisstuðul.

 

Framrokningarnar vaktu stóran ans, ikki minst hjá politikarum, og tær fingu nógva umrøðu á tingi.

 

Men nú tølini eru gjørd upp, vísir tað seg, at ræðumyndin helt ikki.

 

Uppgerðin vísir, at í fjør vóru tað 132 fólk, sum duttu úr ALS av tí at tey hava brúkt allar 648 dagarnar, tey hava rætt til arbeiðsloysisstuðul.

 

Tað eru 46 fólk færri, enn framrokningin vísti, tá ið árið var hálvrunnið.

 

Men tað er serliga í ár, at stórur munur verður á framrokningini og veruligu tølunum.

 

Tølini higartil í ár vísa, at fyrstu seks mánaðirnar í ár eru 73 fólk dottin úr ALS av tí at dagarnir vóru uppi.

 

- Hvussu nógv fólk fara at detta úr ALS næstu tíðina av tí at dagarnir eru uppi, er rættiliga ómøguligt at meta um, sigur Magni á Deild Olsen.
Hann sigur, at tær metingarnar byggja á, hvussu nógv fólk eru í skipanini og, hvussu nógvar dagar, tey hava brúkt og so verður hugt eftir, nær dagarnir eru uppi.

 

Men hann heldur, at tað gevur ikki serliga meining at brúka hesi tølini

 

- Veruleikin vísir, at og tey flestu, sum eru í ALS, fáa arbeiðið, áðrenn tey detta úr skipanini.

 

- Onnur fara úr skipanini tí tey verða pensjónerað, tí tey fylla 67, fara undir útbúgving, flyta av landinum, o.s.fr.

 

Tað verða eini 2000 fólk slúsað ígjøgnum ALS um árið, men nógv tey flestu eru bara í skipanini og venda, tí nógv tey flestu fara úr skipanini av øðrum orsøkum enn tann, at dagatalið er uppi, sigur Magni á Deild Olsen.