Í seinastuni hevur tað verið frammi av og á, at arbeiðsvikan eigur at verða stytt niður í 37 tímar. Í løtuni er arbeiðsvikan 40 tímar, men Starvsfelagið hevur virkað fyri, at arbeiðsikan verður stytt. Somuleiðis hevur Javnaðarflokkurin lagt uppskot fyri Løgtingið um hetta, men tað feldu samgongan og Framsókn.
Tá varð ført fram, at tað verður ein dýr søga at stytta arbeiðstíðina og summi førdu fram, at tað fer at kosta heilar 750 milliónir. Tí eru tey í Starvsfelagnum, saman við øðrum, farin undir at finna útav, hvør hesin kostnaðurin í roynd og veru, er.
Tað segði Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, sum var gestarøðari á fundinum, og hann segði, at alt talar fyri fyri, at tað er rætt at seta arbeiðstíðina niður, tí tað gagnar øllum, bæði samfelagnum, arbeiðsgevaranum og løntakaranum,
Úrslitið verður greitt ein av fyrstu døgunum, men Súni Selfoss ger longu nú greitt, at tá ið røddir hava verið frammi um, at ræðusøgan um, at tað kostar 750 milliónir, er tað ikki røtt, sigur hann. Samstundis fer útgreiningin at vísa, at tað fer at koma øllum til góðar.
Á landsfundinum gjørdi Aksel V. Johannesen vart við, at tað er framvegis eitt mál hjá flokkinum at stytta arbeiðsvikuna og á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum um vikuskiftið, fegnaðist formaðurin í Starvsfelagnum, Súni Selfoss, um tað.
Nógva staðni er arbeiðstíðin longu stytt, men í Føroyum er tað ásett við lóg, at arbeiðstíðin er 40 tímar. Súni Selfoss sigur, at fyrimunirnir við styttri arbeiðsviku eru nærum óteljandi – millum annað kunnu nevnast størri javnvág millum frítíð og arbeiðslív, minni strongd og harvið minni sjúkrafrávera. Samstundis verður tað lættari at arbeiða fulla tíð á fleiri økjum, og tey, sum ikki arbeiða fulla tíð, nærkast fullari løn og eftirløn.