Rætt at tingið viðger Framtaksgrunnin

Nú hava vit eisini nakrar royndir at byggja á, sigur Marita Petersen úr Javnaðarflokkinum

Eirikur Lindenskov


? Tað er fyri so vítt skilagott, at málið um Framtaksgrunnin nú kemur aftur í tingið, tí vit skulu minnast til, at tá grunnurin varð gjørdur, arbeiddu vit eftir eini aðrari tingskipan, enn vit gera nú, sigur Marita Petersen úr Javnaðarflokkinum.

? Tá málið kemur í tingið, skulu vit eisini fara at hyggja eftir, hvør hevur ávirkan á grunnin, heldur Marita Petersen. ? Nú hava vit nakrar royndir, sum vit kunnu arbeiða víðari við. Tað eru ávís ting, sum vit helst ikki hava givið okkum nógv væl far um, tá grunnurin varð gjørdur, hvørjar avleiðingar tað kundi fáa o. s. fr., sigur hon.

? Eg haldi eisini, at tað er sera umráðandi, at tingið nú fær sagt, hvussu reglurnar fyri grunnin skulu vera. Hon vísir í hesum sambandi á, at bara løgmaður og forsætisráðharrin hava ávirkan á grunnin, og hóast talan í sínari tíð var um, at fíggjarnevndin eisini skuldi hava eitt orð at skula hava sagt, so bleiv tað kortini ikki so.

? Men eg kann ikki upp á forhond siga, at Javnaðarflokkurin ikki fer at bjarga grunninum, sigur Marita Petersen at enda, hóast flokkurin ikki hevur viðgjørt aktuellu støðuna í Framtaksgrunninum enn.