Rættir hermenn

Close Combat A Bridge Too Far er eitt serstakliga veruligt real-time strategispæl

Søguligi pallurin er D-dagurin undir seinna heimsbardaga. Spælið fer ógvuliga nógv í smálutir og er sera nágreiniligt við navni og øðrum upplýsingum um hvønn einstakan hermann, søguliga sambæriligum vápnum og flutningstólum og eftirgerð av bardøgum, sum veruliga fóru fram.

Stríðið stendur sjálvandi millum teir sameindu og týsku eindirnar, og valt verður frá byrjan síða. Close Combat ­ A Bridge Too Far er ein avbjóðing fyri sjálvt teir mest ídnu strategi-tilhangararnar. Tað er meiri real-time og veruleikanært enn onnur strategispøl. Tað er trupult at læra og tekur langa tíð at spæla.

Kommandantur

á hermótinum

Tað serliga við Close Combat ­ umframt søguliga og hernaðartøkniliga veruleikalíkið ­ er, at hermenninir framføra seg sum veruligir hermenn. Innlagdur er ein sálarligur stresmátari í spælinum. Hermenninir reagera bæði uppá tíni boð og tað, teir uppliva á hermótinum. So um tú hundsar ov mikið við teimum og sendir teir í ómøguligan bardaga, viknar teirra fysiski og sálarligi moralur. Teir nokta kanska at gera eftir boðum ella verða móðir og ónýtiligir í bardaga.

Stressfaktorurin gevur spælinum nakað heilt nýtt strategiskt og taktiskt at umhugsa. Tað ræður um at fara ábyrgdarfult fram móti hermonnum sínum, tí ikki ber til at fáa meiri hermegi tilførda.