- Guðrun Sólja vann, Vígdis vann og Jógvan Hansen vann eisini, og eg havi onki ímóti at vera sammettur við tey, segði Ragnar Finsson við Sosialin, áðrenn hann var við í undanumfarinum í Hjørring í Talent 2008, tann. 5. septembur.
Fríggjadagin sannførdi hann hyggjararnar so mikið nógv, at hann at enda stóð millum trý tey bestu. Síðani gjørdist greitt, at dansarin, Nicklas, var fremstur av øllum, og tað vildi siga, at dómararnir skuldu avgera, hvørt Ragnar ella strúkaratrioin – Kaya, Igor og Anna – skuldi víðari úr semifinaluni. Endin var, at Ragnar fekk tvær atkvøður, og strúkararnir eina.
Tað hevur so við sær, at Ragnar Finnson verður at síggja, saman við átta øðrum, í stóru finaluni, ið verður um lítlar tríggjar vikur.
Spennandi verður sjálvandi at síggja, um Ragnar megnar at fylgja fótasporunum hjá Guðruni Sólju, Jógvani og Vígdis, og harvið vinna talentkappingina.
Sjálv finalan verður at síggja á DR1, fríggjadagin 24. oktobur klokkan 19.00 á DR1 og í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum eitt korter seinni.