Herfyri vitjaði kendi føroyski countrysangarin, Ragnar í Vík, Café Wessel í Ringe.
Her fekk hann eina móttøku, ið er einum kongi verdur. Hóast pláss er fyri einans 50 fólkum á lítlu kaféini á Miðfjóni, stóðu ikki færri enn 60 fólk - 50 føroyingar og 10 danir - og tóku ímóti honum, tá ið hann trein inn um dyrnar á Wessel við gittara í hond.
Framførslan hjá Ragnari gekk avbera væl. Ímeðan kendar landaplágur hjá Hank Williams, sum t.d. “A Mension on the Hill” og “There’s a Tear in my Beer” rungaðu í hølunum, dansaðu og sungu folk við av øllum alvi. Stuttligt var samstundis at eygleiða nakrar cowboyarar úr Slagelse, tá ið teir vístu hvussu ein rættur Linedance eigur at vera dansaður.
Kendi føroyingurin, Jóhan í Kollafirði, hevur valt at búseta seg í útjaðaranum í Ringe, og hann avloysti Ragnar eina løtu við eitt sindur av boogie voogie klaverspæli í røttum Jerry Lee Lewis stíli. Hetta fall í góða jørð hjá áhoyrararunum.
Tá ið Ragnar varð liðugur við framførslu sína, var dansur á skránni. Simon von Konoy sang og spældi, og tá ið landaplágur sum t.d. ”Fiskafrikadello” vóru á skránni, hevði tekjan á Wessel hug at lætta sær á.
Samanumtikið eitt rimmar kvøld á Café Wessel í Ringe, og lítil ivi er um, at skipað verður fyri einum líknandi tiltaki í næstum.