Stjóraskifti
Í morgin, fríggjadagin, verður móttøka í hølunum hjá P/F Beta í Saltangará í samband við, at Olaf Olsen, sum hevur verið stjóri í felagnum seinastu mongu árini, letur stýrisvølin til Ragnar Olsen, sum seinastu árini hevur starvast hjá reiðarínum.
Ragnar, sum er 38 ára gamalur, er sonur Olaf og Honnu Olsen á Glyvrum. Hann er giftur Siggu, sum er úr Leirvík. Tey búgva í Søldarfirði og eiga trý børn. Ragnar, sum í fleiri ár starvaðist í Føroya Banka, er býráðslimur í Runavíkar kommunu.
Móttøkan á P/F Beta verður millum 15 og 17 fríggjadagin.