Ragnhild fær størstu jólagávuna nakrantíð

- Í ár havi eg verið eyka tíðliga á veg, tí vit fáa størstu gávuna, ein kann hugsa sær - ein son aftrat, sigur Ragnhild Dam.

Hvat dámar tær hesa tíðina av árinum, nú jólini eru nær? 

 

- Mær dámar so væl hesa ársins tíð, og eg elski jóltíðir og alt, sum hartil hoyrir. Eg lurti eftir jólatónleiki longu í september, so hetta er mín yndis árstíð, sigur Ragnhild Dam.

 

Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – við pynting, baking og mati?

 

Tað er nokso ymiskt frá ári til ár, og hvat tíðin røkkur til, sigur Ragnhild Dam og leggur aftrat, at hon vil ikki stressa við at skula baka og gera mangt ymiskt.

 

- Men, brendar mandlur og karamellur plagi eg at gera, og eg seti mær tíð av til hetta.

 

Keypir tú jólagávur, og eru onkrar longu komnar í hús?

 

- Eg keypi faktiskt jólagávur ígjøgnum alt árið, og so geri eg eisini nakrar. Í ár havi eg verið eyka tíðliga, tí vit fáa størstu gávuna, ein kann hugsa sær, ein son aftrat, og termin er 8. desember.

 

Ragnhild Dam sigur, at hon elskar at keypa og gera jólagávur, men hon vil ikki stressa seg sjálva og síni við hesum.

 

- Ofta eru gávur neyvari valdar, tá eg havi stundir og yvirskot at hugsa og finna gávurnar gjøgnum árið.

 

Eru jólini ov handilslig, ella dámar tær jólini, sum tey eru?

 

- Hóast mær dámar so ótrúliga væl jólini, haldi eg, at í ár vóru handlarnir alt ov tíðliga at pynta og koma fram við jólaprýði. Alt skal hava sína tíð og jólini eisini.

 

Hon heldur ikki, at tað at jólini - ella jólastákanin verður so long - birtir undir hugin at keypa pynt, kalendarar og annað.

 

- Eg geri nógv sjálv, bæði pynt og kalendarar, og eg keypi pynt og ymiskt tilhoyri á eitt nú loppumarknaði.

 

Ragnhild Dam sigur, at henni dámar best, tá alt er nokso róligt, og at tað er hon sjálv saman við familjuni, sum avger tempo, og hvat hon hevur hug at brúka pengar til.