Ragnvaldur veit ikki enn, um hann satsar uppá Rio í 2016

Í fjør summar fekk ÍSB-svimjarin, Ragnvaldur Jensen og venjari hansara, Rúni Gaardbo eina uppliving av teimum heilt stóru.

 

Ragnvaldur slapp at bera Merkið, tá setanarhátíðin varð til teir paralympisku leikirnar í London í fjør summar.

 

Ragnvaldur er ovurfegin um ta stóru upplivingina. Hann fegnast eisini um, at ÍSB hevur fingið eitt krúnublað av tí paralympiska eldstaðnum, sum eina áminning um, at Føroyar við Ragnvaldi eisini vóru umboðaðar á teimum paralympisku leikunum.

 

Ragnvaldur veit tó ikki við vissu enn at siga, um hann fer at satsa hart uppá at sleppa til teir paralympisku leikirnar í Rio de Jaineiro í Brasil í 2016.

 

Rúni Gaardbo, venjari slær fast, at varð tað upp til hann, so byrjaði Ragnvaldur at venja beinavegin.

 

Undir greinini ber til at hoyra eitt prát, sum Rás2 hevur gjørt við Ragnvald Jensen og Rúna Gaardbo.