Ein mutursgøla, har spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, er undir illgruna fyri at hava verið uppií, fekk í gjár nýggj bein at ganga á.
Hetta hendi, tá avísin El Mundo almannakunngjørdi eitt hondskrivað skjal, skuldi vísa, at Rajoy tók ímóti mutri í tíð síni sum ráðharri síðst í 90-unum.
Sambært El Mundo skal Rajoy frá 1997 til 1999 hava tikið ímóti umleið 320.000 krónum í mutri um árið.
Sjálvur hevur Mariano Rajoy ferð eftir ferð víst øllum skuldsetingum um mutur aftur.
Men hesaferð halda fleiri, at talan veruliga er um prógv, ið nú eru løgd á borðið, og sosialistiski andstøðuflokkurin, PSOE, vil hava Rajoy at leggja frá sær.