Rakar 4000 føroyingar

Á nýggjárinum skulu øll seta pening av til sína egnu eftirløn, men fyribils hevur tað onga ávirkan á nógv tey flestu

 

Á nýggjárinum kemur nýggj lóg um eftirløn í gildi og tað merkir at nú skulu øll yvir 21 ár spara saman til egna eftirløn.

 

- Kortini hava tey, ið eru fødd fyri 1. januar 1954, ikki skyldu til at spara saman til egna eftirløn, men kunnu sjálvboðin spara saman, sigur Taks.

 

Hetta merkir, at frá 1. januar skal minst eitt prosent av inntøkuni rindast til eftirløn.

 

- Tað merkir, at fær ein løntakari 25.000 krónur í løn um mánaðin, skulu 250 krónur rindast í eftirløn.

 

- Síðani hækkar eftirlønargjaldið eitt prosent um árið, til tað er komið upp á 15 prosent í 2028.

 

Men Taks vísir á, at fyribils fara nógv tey flestu ikki at merkja broytingarnar yvirhøvur.

 

- Stórur partur av føroysku løntakarunum gjalda longu til sína eftirløn og  tey hava einki at hugsa um tey fyrstu árini, sigur Taks.

 

Hinvegin eru tað enn slakir 4000 føroyingar, sum hvørki eftirlønarkonto ella eftirlønarsáttmála.

 

Og tey hava ný skyldu til at stovna eina eftirlønarkontu, sum eftirlønargjaldið skal rindast á.

 

- Tey, sum ikki hava eftirlønarsáttmálar og eftirlønarkontoir skulu stovnað sær hetta í ár og upplýsingarnar skulu latast arbeiðsgevarunum, sigur Taks.