Rakel Helmsdal tilnevnd virðisløn Norðurlandaráðsins

Toran gongur hjá Rakel Helmsdal er tilnevnd til barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2024. Bókadeild Føroya Lærarafelags fegnast um tilnevningina.

Í dag er kunngjørt, hvør er tilnevndur til barna- og ungdómsvirðisløn Norðurlandaráðsins.

 

Brot úr grundgevingini hjá Norðurlandaráðnum:

 

"Við bókini Toran gongur setur Rakel Helmsdal orð og mynd á nakrar av stóru avbjóðingunum í dagsins samfelag og støðuni í heiminum júst nú. Søgan er bæði einføld og kompleks. Hon viðger álvarsom evni sum einsemi, sorg og deyða, kríggj og trauma, eins og hon eisini viðger øðrvísi familjusamansetingar, vinalag og týdningin av felagsskapi.

 

Bókin er myndprýdd við sterkum myndum, sum eru úrslitið av nærlagdum háttalagi, sum Rakel Helmsdal sjálvt hevur ment. Hon skapar figurar og seymar klæðir, byggir pallar, tekur myndir, ger grafisk prent, setir myndirnar saman og leggur lit á tær við akvarellum. Myndevnini styrkja hennara tekstheim og eru vorðin eitt eyðkenni í hennara ritverki."

 

 

 

Rakel Helmsdal (d. 1966) er viðurkendur føroyskur rithøvundur, sum hevur gjørt seg galdandi í norðurlondum. Hon gav sína fyrstu bók út í 1995, og hevur síðani útgivið eina rúgvu av bókum til bæði børn og vaksin. Hetta er sættu ferð, at hon er tilnevnd til barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2024.

 

##med2##

 

Tilnevndu bøkurnar til barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2024