info
Ongi úrslit

Rakel í uppskoti til norðurlendska virðisløn

info
Eirikur Lindenskov
5. apríl 2017 kl. 11:39
Rakel Helmsdal er sum ein av 12 norðurlendingum í uppskoti at fáa Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, sum verður handað á Norðurlandaráðsfundi 1. noevmber í ár í Helsinki.   Tey innstillaðu eru hesi:   Danmark Dyr med pels - og uden af Hanne Kvist, Gyldendal, 2016 Hjertestorm - Stormhjerte af Annette Herzog, Katrine Clante (ill) og Rasmus Bregnhøi (ill), Høst & Søn, 2016 Finland Vildare, värre, Smilodon af Minna Lindeberg og Jenny Lucander (ill), Förlaget, 2016 Yökirja af Inka Nousiainen og Satu Kettunen (ill.), Tammi, 2015 Færøerne Hon, sum róði eftir ælaboganum af Rakel Helmsdal, Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2014 Island Enginn sá hundinn af Hafsteinn Hafsteinsson, Mál og menning, 2016 Úlfur og Edda: Dýrgripurinn af Kristín Ragna Gunnarsdóttir, Bókabeitan, 2016 Norge  Far din af Bjørn Ingvaldsen, Gyldendal Norsk Forlag, 2016 Ungdomsskolen af Anders N. Kvammen, No Comprendo Press, 2016 Samisk sprogområde Luohtojávrri oainnáhusat (Opplevelsene ved Luohtojávri) af Kirste Paltto, Davvi Girji, 2016 Sverige Djur som ingen sett utom vi af  Ulf Stark og Linda Bondestam (ill.), Förlaget Berghs, 2016 Ormbunkslandet af Elin Bengtsson, Natur & Kultur, 2016 De nationale medlemmer af Bedømmelseskomitéen har nomineret værkerne. Vinderen af Nordisk Råds børne- og ungdomslitteraturpris afsløres og prisen uddeles 1. november i Finlandiahuset i Helsingfors.   ----   Fakta: Hon, sum róði eftir ælaboganum. Rakel Helmsdal. Bókadeild Føroya Lærarafelags. 2014. 16 ára gamla Argantael hevur sett sær fyri at skræða sítt lív sundur. Ein lagnutungan dag skræðir hon síðurnar úr dagbók síni og tveitir leivdirnar á sjógv. Hon rør síðani bátin hjá unnusta sínum so langt út, at hon kann vera vís í, at hon ikki nær til lands aftur, tá hon hevur slept árunum. Meðan hetta fer fram, ferðast hon í tonkunum aftur til ymiskar hendingar lívinum, og vit fáa innlit í ein truplan barndóm, sum er merktur av kensluligum fátækradømi. Bókin tekur evni upp, sum alsamt røra seg millum ungdóm: uppvøkstur, vinalag, dreymar, sterkar kenslur og treytaleysan kærleika av ymsum slagi. Í verðini hjá Argantael uppliva vit avleiðingar av sálarsjúku og vansorgan, vit fáa lut í hennara øvund og sorg, og fylgja hennara trilvandi royndum at finna seg til rættis í lívinum og at royna at koma til sættis bæði við sín kynsliga samleika og samleika sum heild.   Hóast evnið í bókini er lagnutungt, og hóast ongar lættar loysnir upp á trupulleikar eru at hóma, so er bókin skrivað við leikandi lættleika og einari framdrift í søgugongdini, sum ger hana hugtakandi og spennandi. Rýtmurnar frá tónleiki og dansi, sum eru gjøgnumgangandi motiv í bókini, fylgja gentuni allan vegin, sum hon rør í takt ímóti deyðanum. Hóast deyðin er sterkt til staðar sum ein skuggi allan vegin gjøgnum bókina, so spríkir kortini ein titrandi kensla av lívi og lívsvilja upp úr síðunum; ein møguleiki fyri at menniskjað, tá til stykkis kemur, stígur upp um lívsins trupulleikar.   Við ríkum myndamáli og fjøltáttaðum millumtekstatilsipingum er teksturin samansettur og margtýddur. Hann hevur eina dýpd og merkingarmøguleikar, sum kunnu bjóða lesaranum av. Lesarin verður settur í støðuna hjá teirri 16 ára gomlu gentuni og fær hug til at stríðast saman við henni;  at rógva fyri lívinum, sum bókin fær sannført lesaran um, hóast alt er ómissandi - óansæð hvørjum trupulleikum tú møtir á tíni leið.   Rakel Helmsdal (f. 1966) er ein virkin høvundur, sum í mong ár hevur givið bøkur út til børn í øllum aldri eins og sjónleikir og stuttsøgur til vaksin. Hetta er fyrsta ungdómsskaldsøga hennara. Søgan um Argantael fer fram í sama eyðkenda fiktiva býi, Port Janua, sum vit kenna aftur frá fleiri av verkunum hjá Rakel Helmsdal.   Trýst á pílin á myndini fyri at síggja tey, sum eru í uppskoti.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

Í gjár kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Bergsøy tapti greitt á útivølli

40 minuttir síðan
Fótbóltur

Seks stig til B68 - trý stig til 07 Vestur

4 tímar síðan
Tíðindi

Lula afturvaldur til forseta í Brasil

6 tímar síðan
Fótbóltur

Sandnes ULF vann týðandi sigur í botnstríðnum

7 tímar síðan
Fótbóltur

Fimta dystin á rað fekk SV Ried úrtøku

8 tímar síðan
Tíðindi

Næstan alt úr aldum toski hjá Norcod fer til mannaføði

8 tímar síðan
Tíðindi

Trump kallar Noreg eitt »lortaland«

8 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Hellas Verona misti sigurin móti dystarenda

8 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli hevur enn ikki roynt at tapt hetta kappingarárið

9 tímar síðan
Hondbóltur

Óli vann á Paula og Jákupi - Jóhan vann á Teis

9 tímar síðan
Tíðindi

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

10 tímar síðan
Tíðindi

MYNDIR: Birting í Gallarí Havnará

10 tímar síðan