Raket-Madsen sjálvboðin í isolatión

Menn sum drepa kvinnur eru í vanda í fongsulsgarðinum

Menn sum drepa kvinnur eru í vanda í fongsulsgarðinum.

 

Sambært Ekstra Bladet er Peter Madsen, sum er skuldsettur fyri morð, sjálvboðin farin í isolatión í fongslinum. Verji og fongsul vilja ikki gera viðmerkingar til tíðindini.

 

– Eg havi tagnarskyldu og kann hvørki vátta ella avsanna upplýsingar um, hvør er fongslaður ella ikki, segði Lea Bryld úr Vestra Fængsel við Ekstrablaðið í gjár.

 

Sambært blaðnum er orsøkin til hesa støðuna hjá Peter Madsen ókend. Men sambært keldum, sum »kenna Vestre Fængsel innanífra« eru góðar orsøkir til tess.

 

– Fólk, sum eru undir illgruna fyri at drepa kvinnur og fyri at skera tær sundur kunnu fáa bank í fongsulsgarðinum, sigur keldar, sum sjálv hevur sitið í Vestre Fængsel, við Ekstra Bladet.

 

Peter Madsen er skuldsettur fyri at hava dripið svensku tíðindakvinnuna Kim Wall. Hann er tó varðhaldssfongslaður fyri óviljað manndráp undir serligum skerpandi umstøðum.

 

Hann noktar seg sekan.

 

5. september gongur varðhaldsfongslingin út, og tá fer ákærumundugleikin at royna at fáa hann fongslaðan fyri dráp.

 

– Ákærumyndugleikin væntar í seinasta lagið 5. september at heita á rættin um at fongsla hann fyri manndráp og reisa ákæru um at viðfara lík ósømuliga, men vit meta alla tíðina um, hvørt tað skal henda fyri ta tíð, sigur serligi ákærin, Jakob Buch-Jepsen við BT.

 

Kim Wall varð eftirlýst fríggjanáttina 11. august, tá unnusti hennara meldaði hana saknaða.

 

Hon var farin ein siglitúr í kavbátinum »UC3 Nautilus«, men kom ikki aftur sum avtalað og var heldur ikki við kavbátinum, tá hann varð funnin fríggjamorgunin.

 

Seinnapartin mánadagin var bulur hennara funnin av tilvild av einum manni, sum gekk fram við sjóvarmálanum á Amager, og mikudagin upplýsti Københavns Politi, at bulurin var av Kim Wall.

 

/ritzau/