Rakstrarróp tjóðveldisfloksins!

Í hesum landi, sum vit búleikast í, er ein flokkur, sum nevnir seg tjóðveldisflokkurin.

Endamálið hjá hesum flokki er at stovnseta hitt føroyska tjóðveldið.

Men, hann tykist at hava ógvuliga trupult við at greiða frá hvussu hetta tjóðveldið fer at gera, og síðst av øllum hevur hann ikki dugað at sagt okkum hvussu ein fíggjarlóg í tjóðveldinum Føroyar skal síggja út.

Har hongur alt í leysum lofti.

Ístaðin roynir hann at føra seg fram við ymiskum rakstrarrópum, og tí var tað við einum ávísum áhuga, at eg setti meg at lurta eftir framløgusendingini hjá tjóðveldisflokkinum, tí kanska høvdu teir smíðjað nøkur nýggj eggjandi rakstrarróp.

Men, á tí økinum gjørdist eg vónsvikin, tí tað var sum at lurta eftir einari gamlari, slitnari grammfonplátu!

Har var als einki nýtt at hoyra!

Men, álvaratos. Eg haldi at tjóðveldisflokkurin eigur at lata vera við at nýta hasi vøkru orðini »Í hjørtum okkara býr frælsi«, til fótatraðk!

Víst eru orðini vøkur og hugtakandi, men tjóðveldisflokkurin skal vita, at tað er ein misskiljing, tá ið hann heldur, at tað er einans í tjóðveldishjørtum, at frælsi býr.

Og annars fevnir orðið frælsi so ógvuliga víða. Og tað ber eisini væl til at vera ófrælsur, hóast tú býr í einum frælsum landi, sum óteljandi dømi eru um.

Tað var onkur sum nevndi, at vit áttu ikki at renna undan ábyrgdini.

Í hasum eri eg fullkomiliga samdur.

Men hví eru tað so mangir eldhugaðir tjóðveldismenn, sum eru millum teir fyrstu, ið renna undan tá ið á stendur?

Tað varð eisini sagt, at tað vóru so mong fátæk lond, sum høvdu valt frælsi heldur enn búkin. Frælsishugsjónin vann á búkinum, varð sagt.

Men heldur tjóðveldisflokkurin, at íbúgvararnir í nógvum av hesum londum eru persónliga frælsir. Eg vóni kortini ikki, at tað er frælsi av hasum slag, sum tjóðveldisflokkurin ætlar føroyingum!

Eg haldi ikki at hasi orðini vóru væl umhugsað.

Annars kunnu tey als ikki nýtast fyri mangar av framherjum tjóðveldisfloksins, tí mangan, tá ið á hevur staðið, hava teir verið betri við búkin enn við sína egnu frælsishugsjón.

Eg havi eisini givið gætur eftir, at summir av framherjunum hjá tjóðveldisflokkinum ikki vilja arbeiða fyri føroyska løn, men valdu heldur danska, tí hon var eitt vet hægri.

Var tað ikki tí, at búkurin vann á frælsishugsjónini?

Nei, føroyingar liva ikki av berum rakstrarrópum - heldur ikki um tey koma frá tjóðveldisflokkinum.

Mær tykir at frælsishugsjónin liggur á lágum støði.

Hon er vorðin beinleiðis fótatraðk.

Og sum tjóðskaparsinnaður haldi eg, at hon hevur annað uppiborið!


Jógvan Adolf Johannesen