Rakul og Niklas hava gullbrúdleyp

Mánadagin 22. juli vóru tað 50 ár síðani, at Rakul og Niklas Foldbo á Toftum góvu hvørt øðrum sítt ja í Havnar kirkju. Gullbrúdleypið halda tey í óføru samkomuhølunum í kjallaranum í Fríðrikskirkjuni í dag, fríggjadagin 26. juli, har øll eru hjartaliga væl komin frá klokkan 18.30 at fegnast saman við teimum báðum og døtrunum og øllum teirra.
Rakul er fødd 19. oktober 1938 og ættað av Hellunum. Foreldur hennara vóru Helga og Símun Johannesen. Hon var úr Leirvík og hann av Hellunum. Tey fingu seks børn, og Rakul var teirra fyrst fødda. Hini eru Hansina, sum býr á Hellunum, Jenny í Stavanger, Kristina í Havn, Atli á Hellunum og Gunvør á Skála.
Niklas er føddur 8. mars 1937. Foreldur hansara vóru Inga og Óli Foldbo. Hon var ættað av Nesi, og hann við Rætt á Toftum. Inga sat einkja við trimum børnum, tá ið tey funnu saman. Hon hevði verið gift við Sofusi, sum var beiggi Óla. Sofus fórst við Annu, sum 4. apríl 1924 fór á land uttanfyri Grindavík í Íslandi. 17 mans sjólótust, og átta av teimum vóru av Toftum. Tá sat Inga eftir við Jóhonnu, sum seinni giftist inn í Heiðar, og Katrinu, sum giftist til Vestmanna. Tá ið sorgin rakti, bar Inga gentubarn, sum varð uppkallað eftir pápan. Sofía ella Fía, sum hon varð nevnd, giftist á Toftum.
Inga og Óli fingu fýra børn – Sofus, sum giftist til Leirvíkar, Jovinu, sum giftist á Toftum, Jóhan Christian, sum giftist til Leirvikar og so Niklas. Eftir á lívi av teimum sjey systkjunum eru Sofus og Niklas.
Rakul lærdi til sjúkrasystir á Landssjúkrahúsinum, og áðrenn tey bæði giftust á sumri í 1964 hevði hon verið í Danmark og supplerað, sum tað varð nevnt.
Niklas lærdi til snikkara hjá Jákupi á verkstaðnum inni á Glyvrum, og so hevði hann hug at læra meiri. Í 1960 fór hann niður, og tað var í Horsens, at hann nam sær útbúgving sum verkfrøðingur.
Eftir at tey eitt stutt skifti høvdu búð í Keypmannahavn, har Niklas arbeiddi, fluttu tey heim aftur á klettarnar. Fyrst var tað í høvuðsstaðnum, har Niklas var í starvi hjá Landsbyggifelagnum. Í 1970 fluttu tey inn aftur á Skálafjørðin. Tá hevði Niklas fingið starv hjá Phil & Søn, sum um hetta mundið fór undir stóru útbyggingina av havnarlagnum í Runavík. Niklas hevði ábyrgdina av hesi verkætlanini.
Tá ið Niels Pauli Hansen á Glyvrum var farin úr starvinum sum leiðari hjá Landsverki í Eysturoy, varð Niklas Foldbo settur í starvið, og tað røkti hann fyrimyndarliga øll árini, inntil hann legði frá sær fyri aldur. Tíðarskeiðið var eyðkent av stóru samferðsluútbyggingunum, sum eru grundarlagið undir, at oyggin fór frá at vera avbyrgdar bygdir og til at vera samanhangandi región við margfaldum vinnuligum, útbúgvingarligum og øðrum mentanarligum møguleikum.
Seinastu stóru avbjóðingarnar á professionellu yrkisleiðini vóru, tá ið Vágatunnilin og Norðoyatunnilin vórðu gjørdir. Royndirnar frá tunnilsarbeiðunum eitt nú í Kalsoy komu væl við, og fyri partafeløgini bæði røkti Niklas avbjóðingarnar við stórum nærlagni og yvirskotinum, sum er neyðugt hjá honum, ið tekur so stórar uppgávur á seg.
Rakul og Niklas eiga tríggjar døtur: Inga (16.10.1964), Helga (13.12.1966) og Óluva (15.03.1970). Helga býr við Norðskála, og Inga og Óluva í Havn. Barnabørnini eru trý, og tey eiga sjálvsagt sera stórt pláss hjá ommuni og abbanum.
Tá ið genturnar vóru smáar, var Rakul heimaarbeiðandi. Í 1984 varð Eysturoyar Ellis- og Røktarheim tikið í nýtslu. Tá fór Rakul at arbeiða har, og ta uppgávuna røkti hon fyrimyndarliga, inntil hon 62 ára gomul fór úr starvi.
Gullbrúdleyp boðar frá, at talan er ikki um unglingar, hóast tey bæði bera seg sera væl. Tey eru framvegis virkin. Rakul hevur gott hugflog og hegni til handarbeiði, og tað er framvegis nógv, sum hon leggur úr hondum, og henni dámar væl at koma í tilhaldið. Snøggu húsini eru karmur um hugnaligt heim, har gestablídnið er stórt.
Niklas hevur verið uppi í so nógvum í frítíðini. Hann var bygdarráðslimur í Nes kommunu í átta ár og næstformaður annað skeiðið. Tá ið farið varð undir arbeiðið at fyrireika ellisheimið, varð Niklas valdur at vera formaður í bygginevndini. Tað er tiltikið, hvussu væl byggingin hepnaðist.
Sum blaðungur var Niklas í 1957 við til at stovna NSÍ, har hann var fyrsti formaður í felagnum, sum tá hevði hondbólt og kappróður á dagsskrá. Í áttati árunum var hann millum álitismenninar, tá ið Tofta Ítróttarfelag fyrst gjørdi ein fótbóltsvøll, so øki til frælsan ítrótt, so tað bar til at hava oyggjaleikir í Føroyum í 1989, og síðani ein fótbóltsvøll aftrat, so tað bar til at spæla altjóða fótbólt í Føroyum. Í øllum hesum var Niklas fremsti tekniski og fíggjarligi ráðgevi hjá nevndini, sum hann okkurt skifti eisini var partur av.
Útbyggingarnar á Svangaskarði vóru ikki meiri enn lidnar, tá ið tað var farið undir arbeiðið at byggja nýggja kirkju á Toftum. Niklas var formaður í kirkjuráðnum. Toftamenn stóðu sjálvir fyri arbeiðnum. At tað bar til, mundi ikki minst komast av, at formaðurin hevði førleikan og royndirnar. Seinni hevur Niklas verið millum teir, sum hava verið við til at leggja tilrættis bygging og útbygging av leguhúsinum í Nesvík.
At tað eisini hevur verið yvirskot til Lions arbeiði og í tí sambandinum fyrireiking av kappsiglingum og listaframsýningum og í mong ár nevndarsess í Menningargrunninum boðar frá, at baklandið hevur bakkað upp, at tað ikki hevur skortað við arbeiðsevnum, og at hegnið at leggja til rættis hava verið framúr.
Millum frítíðarítrivini, sum tað nú verður gingið høgt uppí, eru sangkórið í Fríðrikskirkjuni, Undirhúsið á Toftum og so fyrireikingarnar til at skriva søguna hjá bygdunum og fólkinum í Nes kommunu. Tað kennist vera so sjálvsagt, at bygdarráðið heitti á Niklas um at vera í arbeiðsbólkinum, tí har, sum hann er, hanga eingir lepar við.
Hjartaliga til lukku á stóra degnum!
-----
Jóannes Hansen