Øll fýra føroyingaliðini í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum vóru í leiki í dag, og harímillum var ein føroyingauppgerð.
Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Ajax tóku á heimavølli móti Rakul Wardum og hennara liðfeløgunum í Ringkøbing.
Ajax var á sigurskós í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Ajax á odda 16-13. Men í seinna hálvleiki var alt vent á høvdið. Ajax skoraði bara sjey mál í seinna hálvleiki, meðan Ringkøbing skoraði 16 mál. Ringkøbing vann greitt 29-23.
Súna skoraði trý mál, legði upp til tvey mál og vann liðnum eitt brotskast. Rakul bjargaði 22 prosent av málroyndunum tá hon vardi málið, meðan kappingarneytin, Ida Vium bjargaði heili 47 prosent, so har er hørð kapping.
Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg vunnu á heimavølli ein tepran 28-27 sigur á Skanderborg. Í steðginum var Viborg á odda 14-13.
Jana legði upp til eitt mál og vann liðnum tvey brotskøst, men tað eydnaðist henni ikki at skjóta mál í kvøld.
Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn taptu greitt 26-35 fyri Ikast-Herning á útivølli. Ikast-Herning var á odda 20-14 í steðginum.
Pernille tók av báðum málmøguleikunum hon fekk og setti teir í netið.
Komandi mikukvøld spælir Keypmannahavn á heimavølli móti Silkeborg-Voel. Komandi hóskvøld spælir Ringkøbing á útivølli móti Nykøbing Falster, og sama kvøld spælir Ajax á útivølli móti SønderjyskE.
Hóskvøldið hevur Viborg eisini ein útidyst móti toppliðnum, Odense.
Støðan:
Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
---|---|---|---|
1 | Team Esbjerg | 16 | 32 |
2 | Ikast | 17 | 30 |
3 | Odense | 17 | 30 |
4 | Nykøbing Falster | 17 | 22 |
5 | Viborg HK | 17 | 18 |
6 | Silkeborg-Voel | 16 | 16 |
7 | Keypmannahavn | 17 | 16 |
8 | SønderjyskE | 17 | 15 |
9 | Ringkøbing | 17 | 15 |
10 | Skanderborg | 17 | 13 |
11 | Aarhus United | 16 | 10 |
12 | Horsens | 17 | 9 |
13 | Bjerringbro | 16 | 8 |
14 | Ajax | 17 | 0 |