Ralf sigur eitt – Martial sigur eitt annað

Premier League: Nýggi venjarin hjá Manchester United hevur úr at gera

Í gjár spældi Manchester United javnleik 2-2 á útivølli móti Aston Villa, eftir at hava verið á odda 2-0 við málum frá Bruno Frenandes. Seint í seinna hálvleiki skoraði Aston Villa tvær ferðir, og tað seinna málið átti Philippe Coutinho, sum er komin til úr FC Barcelona.

 

Eftir dystin bleiv venjarin hjá Manchester United, Ralf Rngnick, spurdur um hví Anthony Martial ikki var í hópinum. franski áleyparin hevur verið á veg úr felagnum í eina tíð.

 

- Hann ynskti ikki at verða ein partur av hópinum til dystin. Tí var hann ikki við, segði Ralf Rangnick eftir dystin.

 

Anthony Martial var tó skjótur at svara aftur á sosialu miðlunum. Hann vil ikki hava sitandi á sær, at hann hevur noktað at spæla við Manchester United.

 

- Eg havi aldrin noktað at spæla ein dyst fyri Manchester United. Eg havi verið her í sjey ár, og eg havi aldrin og farin aldrin, at vanvirða felagið ella áskoðararnar, sigur Anthony Martial.

 

26 ára gamli áleyparin hevur verið settur í samband við serliga Sevilla, men eisini Newcastle og FC Barcelona.